info
Ongi úrslit

Tað endaði við stórum vónbroti

Føroyar vóru frammanfyri 2-0, og eftir at Martin Agnarsson varð útvístur, svaraði Kasakstan tvær ferðir aftur

Jóannes Hansen
6. oktober 2026 kl. 17:53

Tað endaði 2-2, tá ið Kasakstan og Føroyar seinnapartin spældu Nations League dyst á Astana Arena í Kasakstan. Tað er ikki undarligt, at úrslitið kennist at vera stórt vónbrot fyri føroyingar sum held og serliga í føroysku leguni í Kasakstan.

Føroyar vóru frammanfyri 1-0 eftir fyrra hálvleik. Eftir horna úr høgru, sum Jóannes Bjartalíð tók sær av, var Petur Knudsen hægstur, tá ið hann við høvdinum sendi bóltin í málið. Hetta var onnur ferðin, at Petur Knudsen var málskjútti á landsliðnum. Fyrra ferðin var eisini ímóti Kasakstan. Tað var í vinadysti í Kroatia 18. november í fjør. Tá vunnu Føroyar 1-0, og tá skoraði Petur Knudsen sigursmálið í 25. minutti. Miðskeiðis í seinna hálvleiki noyddist Petur Knudsen skaddur av vøllinum.

Í dag var fyrsta løtan lítið sannførandi hjá føroyska liðnum. Eftir 1-0 leiðslumálið fingu føroyingar betri tak á tí. Fyrstu løtuna eftir steðgin var tað ikki so sannførandi, men tá ið Géza Dávid Turi í 63. minutti og við framúr skoti av brotsteigarsamankomingini í vinstru sendi bóltin upp í handara málkrókin bendi heilt nógv á, at hetta fór at verða dagurin, tá ið Føroyar vunnu landsdyst á útivølli.

Soleiðis endaði tað ikki. Stóra orsøkin, til at tað endaði 2-2, var, at Føroyar vórðu undrmannaar í 68. minutti. Tá sá Martin Agnarsson gula kortið fyri aðru ferð, og so vóru tað 11 heimamenn ímóti 10 føroyingum.

Útvísingin gav heimaliðnum luft undir veingirnar, og tá ið Sergei Malyy í 68. minutti umvegis stólpan heilfluktaði bóltin í málið, gekk tað mesta fyri seg í og kring føroyska brotsteigin.

Heimamenninir høvdu ikki havt serligan brodd í álopspartinum, og tað høvdu teir framvegis ikki. Men tá ið innlegg úr vinstru varð lagt fram undir føroyska málið, snittaði vongverjin í vinstru Nuraly Alip við høvdinum bóltin omanfyri Mattias H. Lamhauge, sum var á veg fram og so var 2-2.

Frá at hava verið á sigurskós var støðan hjá føroyska liðnum nú broytt til at verja javnleikin, og tað eydnaðist. Esini tí málskjúttin Sergei Malyy fimm minuttir undan leikloki sá beinleiðis reytt kort.

Síðstu løtuna høvdu føroyingar onkrar atsóknir, sum kundu endað við máli, men úrslitið varð 2-2, og einki var at siga til tað, at føroysku spælararnir vóru vónbrotnir. Teir vóru frammanfyri 2-0, og tað endaði 2-2, og teir høvdu aðrar møguleikar at skora mál.

 

Kasakstan – Føroyar 2-2 (0-1)

1-0: Petur Knudsen 22.

2-0: Géza Dávid Turi 63.

2-1: Sergei Malyy 68.

2-2: Nuraly Alip 76.

Dómari: Kristo Tohver úr Estlandi

Føroyar: Mattias H. Lamhauge – Jóannes K. Danielsen, Odmar Færø, Gunnar Vatnhamar, Heini Vatnsdal (Samuel Johansen Chukwudi, 56.), Martin Agnarsson – Áki D. Samuelsen (Poul Kallsberg, 83.), Jóannes Bjartalíð, Géza Dávid Turi, Hanus Sørensen (Mattias Hellisdal, 83.) – Petur Knudsen (Viljormur Davidsen, 69.)

Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Ari í Haraldstovu Petersen, Bárður á Reynatrøð, Arnbjørn Svensson, Emil Weihe Joensen, Jørgen Nielsen, Ási P. Dam, Aron Benjaminsen, Jann J. Benjaminsen

Gult kort: Martin Agnarsson

Reytt kort: Martin Agnarsson 68. (2 gul)

Venjari: Eyðun Klakstein

Hjálparvenjari: Atli Gregersen

 

Mest lisið hesa vikuna

Bilførarin: Ræðulig sjón at síggja bilin fara á rull

2. oktober kl. 09:36

Lýsandi bilur á Sandsvatni í kvøld

30. september kl. 23:37

Løgmaður hevur sett Bárð á Steig Nielsen upp á pláss

3. oktober kl. 19:18

29 ára gamal skuldsettur fyri tvey dráp og drápsroynd

18 tímar síðan

Bilurin ringdi sjálvur eftir hjálp

3. oktober kl. 11:05

Hví letur politiið lógarbrot um seg ganga?

Í gjár kl. 23:14

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Septembur 2026 – næstan sum hann eigur at vera

2 tímar síðan
Tíðindi

Stella Polaris kappingin hildin í Hátúni í Tórshavnar Musikkskúla

2 tímar síðan
Tíðindi

Ellefsen og Oskarsson: Rætt ella rættvíst?

3 tímar síðan
Tíðindi

Meiri ferð á føroyska búskapinum í fjør

4 tímar síðan
Fótbóltur

Heini er millum teir fyrstu ellivu í dag

4 tímar síðan
Tíðindi

Ísland økir alivinnuna við rúkandi ferð

5 tímar síðan
Tíðindi

Marco Rubio: - Ísland er sentralt fyri trygdina her norðuri

5 tímar síðan
Tíðindi

Nærum 2,8 milli­ard­ir í av­lopi á gjalds­javnanum

6 tímar síðan
Fótbóltur

Eyðun kennir seg næstan sum heima

6 tímar síðan
Fótbóltur

Hallur Hansson gevst í fótbólti

7 tímar síðan
Tíðindi

Leiðari settur fyri Ung­dóms­ráð­gev­ing­ina hjá Sinnisbata

7 tímar síðan
Tíðindi

Eitt rør er brotið í Ánagjógv

7 tímar síðan