Suðuramerikanska fótbóltssamgongan Conmebol stuðlar Gianni Infantino, tá hann stillar upp aftur til forsetavalið í altjóða fótbóltssambandinum FIFA. Tað skrivar AFP.
Valið verður 18. mars 2027. Infantino hevur verið FIFA-forseti síðani 2016 og hevur hesaferð tveir mótvalevni. Umframt sveisaran eru franski Philippe Diallo og japanski Kohzo Tashima á atkvøðuseðlinum.
Evropeiska fótbóltssamgongan UEFA hevur gingið á odda í royndunum at fáa ein annan forseta. Mótstøðan tók dik á seg í summar, tá tað kom fram, at Infantino umhugsaði at selja partar av handilsligu rættindunum til FIFA-kappingar til privatar íleggjarar.
Ritzau/AFP