Føroyameistararnir í NSÍ eru nær við at finna avloysaran fyri Sigurð Ragnar Eyjólfsson. Sambært Dimmalætting stendur valið millum norðmannin Ole Kevin Knappen og danan David Nielsen.
– Okkara keldur siga, at tað verður norðmaðurin Ole Kevin Knappen ella David Nielsen úr Danmark, skrivar Dimmalætting.
David Nielsen hevur millum annað vant AGF og var seinast venjari hjá AC Horsens, har Adrian Justinussen var í hópinum. Sum spælari var hann liðfelagi hjá Toda Jónsson í bæði FCK og norska IK Start. Ole Kevin Knappen hevur áður verið høvuðsvenjari hjá HamKam, har hann nú arbeiðir við venjaramenning.
Sambært Dimmalætting verður fyrrverandi landsliðsmálverjin Jákup Mikkelsen partur av venjaratoyminum. Hann hevur áður verið høvuðsvenjari hjá KÍ og ÍF og málmansvenjari hjá B36 og EB/Streymi.