info
Ongi úrslit
© Paul Childs/Ritzau Scanpix
Thomas Frank er nýggjur høvuðsvenjari hjá Crystal Palace. Savnsmynd.

Thomas Frank tek­ur við botn­lið­num í Premier League

Níggju mánaðir eftir at hann varð koyrdur í Tottenham, er danski venjarin aftur í Premier League. Nú skal hann royna at fáa Crystal Palace av botninum.

Eirikur Lindenskov
16. november 2026 kl. 20:15

Crystal Palace kunngjørdi mánadagin, at 53 ára gamli Thomas Frank er nýggjur høvuðsvenjari hjá felagnum. Hann tekur við eftir Pierre Sage, sum varð koyrdur í síðstu viku eftir fimm mánaðir í starvinum.

Crystal Palace hevur sjey stig eftir tíggju dystir og liggur aftast í Premier League. Liðið hevur tapt fýra landskappingardystir á rað, seinast 1–3 á heimavølli móti Liverpool.

Steve Parish, nevndarformaður í Crystal Palace, vísir á, at Thomas Frank hevur víst, at hann dugir at byggja upp lið, sum vinna, og at menna spælarar. Hann væntar, at royndirnar hjá danska venjaranum í Premier League fara at hjálpa felagnum tað, ið eftir er av kappingarárinum.

Triðja felagið í London

Crystal Palace er triðja London-felagið, sum Thomas Frank stendur á odda fyri í Premier League. Hann førdi Brentford upp í bestu deildina í 2021 og fekk liðið at festa seg á miðjuni í teimum fýra kappingarárunum, sum fylgdu.

Summarið 2025 tók hann við í Tottenham. Har fekk hann 38 dystir sum venjari, áðrenn hann varð koyrdur í februar.

Crystal Palace hevur spælt í Premier League í 13 kappingarár á rað. Felagið vann FA Cup fyri fyrstu ferð í 2025 og fylgdi upp við at vinna Conference League árið eftir.

/Ritzau/

Mest lisið hesa vikuna

Nú kanst tú síggja lønina hjá grannanum ella stjóranum

13. november kl. 22:59

Herurin heitir á íbúgvar í Lettlandi um at søkja sær skjól

10. november kl. 22:37

Aksel ger útlendskt øl dýrari

9. november kl. 23:20

Løgmaður takkað nei til at hitta Zelenskyj

10. november kl. 13:35

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

Í gjár kl. 17:38

Nýggj nevnd í Læknafelag Føroya

11. november kl. 13:05

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Nýggjar samrøður millum Ukraina, USA og ES

41 minuttir síðan
Tíðindi

Altjóða da­gur móti harð­skapi móti kvinn­um

1 tími síðan
Tíðindi

38 lond eru ótrygg um kjarnorkutrygd í Ukraina

1 tími síðan
Fótbóltur

Myndir: Føroyar - Moldova

2 tímar síðan
Tíðindi

Løgmaður bið­ur um frá­greið­ing um fyrnda Bakka­frost-málið

2 tímar síðan
Tíðindi

Lions Club Tórshavn heldur 60 ára stovningardag

2 tímar síðan
Fótbóltur

Eyðun og hansara menn hava kós móti uppflyting

3 tímar síðan
Tíðindi

Her er tann nýggi James Bond

3 tímar síðan
Tíðindi

Myndir: Áki Samuelsen hevur lagt Føroyar á odda

4 tímar síðan
Tíðindi

Lærlingadagur í Tórshavnar kommunu

5 tímar síðan
Tíðindi

Rógvi Olavson vart ph.d.-ritgerð um kreppustýringina undir koronufarsóttini

5 tímar síðan
Tíðindi

Fótbóltur: Gera seg klár til landsdystin

5 tímar síðan