10 dystir vóru leiktir í Nations League kring Evropa í dag.
Í bólki 2 í deild A tryggjaði Týskland sær bólkasigurin, og sætið í fjórðingsfinaluni við á heimavølli at vinna stórsigur 5-0 á Niðurlondum. Í sama bólki vann Grikkaland 1-0 heimasigur á Serbia. Týskland, Niðurlond og Grikkaland endaðu øll á 11 stigum, men tað verður Grikkaland, ið stendur eftir við svartaperi, tí teir hava ringasta málmunin. Niðurlond hava vunnið seg í fjórðingsfinalurnar hóast avsmurningin í kvøld.
Í bólki 4 í deild C syrgdi Ísland fyri at vinna bólkin, og harvið uppflyting til deild B við at vinna 3-0 á Luksemborg á Laugardalsvøllinum.
HER eru úrslitini, málskjúttarnir og endaligu støðurnar í bólkunum:
Deild A bólkur 2:
Týskland-Niðurlond 5-0 (1-0)
1-0 Derry Scherhant ('41 )
2-0 Florian Wirtz ('60 )
3-0 Nico Schlotterbeck ('65 )
4-0 Florian Wirtz ('71 )
5-0 Brajan Gruda ('77 )
Grikkaland-Serbia 1-0 (0-0)
1-0 Georgios Masouras ('69 )
Týskland, Niðurlond og Grikkaland endaðu øll á 11 stigum. Týskland og Niðurlond vinna seg í fjórðingsfinalurnar. Serbia tapti allar seks dystirnar í bólkinum.
--
Deild B bólkur 1:
Norðurmakedonia-Slovenia 0-3 (0-1)
0-1 Danijel Sturm ('29 )
0-2 David Zec ('66 )
0-3 Danijel Sturm ('90 )
Sveis-Skotland 4-0 (1-0)
1-0 sjálvmál ('22 )
2-0 Winsley Boteli ('47 )
3-0 Alvyn Sanches ('51 )
4-0 Zeki Amdouni ('89 )
Sveis vann bólkin við 16 stigum og flytur upp í deild A. Slovenia hevur 11 stig á øðrum plássinum, og skal spæla røkk støkk dystir. Skotland hevur sjey stig, og Norðurmakedonia tapti allar seks dystirnar í bólkinum.
--
Deild C bólkur 3:
Føroyar-Moldova 1-0 (1-0)
1-0 Áki D. Samuelsen ('24 )
Kasakstan-Slovakia 2-2 (1-0)
1-0 Islam Chesnokov ('29 )
1-1 Robert Bozenik ('56 )
2-1 Yan Vorogovskiy ('65 )
2-2 Adrian Kapralik ('90 )
Slovakia fekk 12 stig og vinnur bólkin. Teir flyta upp í deild B. Føroyar eru nummar tvey við átta stigum fyri ein sigur og fimm javnleikir. Føroyar skulu spæla røkk støkk dystir um uppflyting. Moldova hevur sjey stig, og Kasakstan endaði aftast við trimum stigum.
Deild C bólkur 4:
Ísland-Luksemborg 3-0 (2-0)
1-0 Brynjólfur Willumsson ('25 )
2-0 Andri Lucas Guðjohnsen, br. ('37 )
3-0 Mikael Egill Ellertsson ('50 )
Estland-Bulgaria 2-1 (1-1)
1-0 Patrik Kristal ('8 )
1-1 Svetoslav Kovachev ('45 )
2-1 Kevor Palumets ('60 )
Ísland fekk 14 stig og vinnur bólkin. Teir flyta upp í deild B. Estland eru nummar tvey við 12 stigum, og teir skulu spæla røkk støkk dystir um uppflyting. Bulgaria hevur fýra stig, og Luksemborg er aftast við trimum stigum.
--
(Liðini í deild D vera øll at finna í deild C næstu ferð. Deild D verður niðurløgd).
Deild D bólkur 1:
Gibraltar-Malta 0-1 (0-1)
0-1 Kurt Shaw ('19 )
Malta hevur átta stig og vinnur bólkin. Andorra hevur fýra stig, og Gibraltar endar aftast í bólkinum við trimum stigum.
Deild D bólkur 2:
Litava-Liktinstein 2-1 (1-0)
1-0 Eligijus Jankauskas ('16 )
2-0 Manfredas Ruzgis, br. ('50 )
2-1 Aron Sele ('60 )
Aserbadjan hevur átta stig og vinnur bólkin. Litava hevur sjey stig, og Liktinstein endar aftast í bólkinum við bert einum stigi.