Tað er avleiðingin, sum TUTL og Mahogni Music Publishing vísa á, nú landsstýrið ætlar at strika játtanina til bæði feløgini.
Men hetta snýr seg um meira enn arbeiðspláss. Tað snýr seg eisini um vitan, altjóða sambond og at fáa pengar úr útlondum til Føroya.
Vit eru von við at tosa um útflutning av fiski og laksi. Men tónleikur er eisini ein útflutningsvinnu, sum kann røkka langt út um Føroyar.
Og líka sum ein fiskur ikki selir seg sjálvan, so selir tónleikur heldur ikki seg sjálvan.
Tí tað er ikki nokk at skriva eitt gott lag. Onkur skal eisini fáa tað út til røttu fólkini, samráðast, gera avtalur, tryggja rættindini og syrgja fyri, at tónleikarin fær sína samsýning.
Og tað er her, at TUTL og Mahogni koma inn í myndina.
FRÁ VENJINGARHØLINUM ÚT Í VERÐINA
Sum fyriskipari av Sement síggi eg ár eftir ár nýggjar tónleikarar og bólkar koma fram.
Vit hava nógv talent, góð løg og stórar ambitiónir.
Men tað er langt frá tí fyrstu venjingini til fulltíðarstarv sum tónleikari.
Fyrst skal tónleikarin hava eitt stað at venja. Síðani skal mann framføra, taka upp og útgeva tónleikin.
Og tá tónleikurin er klárur at fara út í verðina, skal onkur eisini duga at selja hann.
Tí hevur tað alt at siga, at øll liðini í ketuni hanga saman.
VIT HAVA LONGU BYGT NAKAÐ UPP
TUTL ráðgevur tónleikarum, hjálpir við útgávum og marknaðarføring og brúkar sítt netverk til at fáa føroyskar tónleikarar fram á útlendskum festivalum og tónleikastevnum.
Í viðmerkingunum til fíggjarlógaruppskotið lýsir landsstýrið TUTL sum ein grundleggjandi part av undirstøðukervinum fyri føroysku tónleikavinnuna.
Kortini er ætlanin at strika játtanina.
TUTL fekk hesa játtanina í 2025. Og hon hevur longu gjørt stóran mun sambært Kristiani Blak. Felagið hevur kunnað sett fleiri fólk í starv og arbeitt meira við tónleikaútflutningi.
Men verður játtanin á 500.000 krónur strikað, verður neyðugt at minka samlaða tímatalið við einum ársverki.
Mahogni Music Publishing er eitt annað dømi um, hvussu føroyskur tónleikur kann røkka út á altjóða marknaðin.
Felagið arbeiðir við at fáa føroyskan tónleik brúktan í filmum, sjónvarpssendingum og lýsingum uttanlanda.
Og har eru nógv góð úrslit.
Lagið Fótafesti hjá Son of Fortune er brúkt í amerikonsku sjónvarpssendingini 20/20 hjá ABC. New Beginning hjá Bay Be Rockin’ er brúkt í The Dropout, og Silvurlín hjá Marius Ziska er brúkt í einari lýsing hjá Icelandair.
Sambært Mahogni hevur tónleikurin hjá felagnum verið brúktur fleiri hundrað ferðir í altjóða framleiðslum og lýsingum síðani 2018.
Í mai 2026 gjørdi felagið harumframt avtalu við BAM um at umboða føroyska tónleikin í Fraklandi og Bretlandi.
Hesi dømini vísa, hvussu føroysk løg kunnu fáa nýggjar áhoyrarar og skapa inntøkumøguleikar langt uttan fyri Føroyar.
Mahogni fekk 500.000 krónur á fíggjarlógini í 2026. Men sambært Høgna Lisberg, sum rekur felagið, merkir ætlaða sparingin, at hann noyðist at senda eitt starvsfólk til hús.
AT BRÚKA PENGAR FYRI AT FÁA PENGAR
Høgni Lisberg hevur lýst týdningin av stuðlinum soleiðis:
„Eg havi í míni tíð sæð nógvar stuðulskrónur komið og farið. Eg vil siga, at júst hesin stuðulin, sum er til tann vinnuliga partin av tónleikaøkinum, hevur flutt nøkur lítil fjøll.“
Hann vísir eisini á, at hetta er tað, sum verður kallað at brúka pengar fyri at fáa pengar.
Tí endamálið er ikki bara at fíggja virksemið her og nú. Tað er eisini at fáa føroyskan tónleik út á marknaðir, har hann kann skapa inntøkur.
Men Høgni vísir á nakað annað, sum er minst líka týdningarmikið.
At uppbyggja og varðveita vitan í Føroyum.
Vitan um altjóða marknaðir, rættindir, sáttmálar, útgávur og samstarv.
Hetta eru førleikar, sum taka ár at byggja upp, og sum koma nógvum føroyskum tónleikarum til góðar.
Alternativið kann vera, at vit mugu keypa hesar tænasturnar frá útlendskum fyritøkum. Tá fara bæði arbeiðsuppgávurnar og ein partur av inntøkunum av landinum.
Og tað er júst tí, at hetta ikki skal síggjast sum mentanarstuðul, men heldur sum menning av tónleikavinnuni.
Tað er heldur ikki av tilvild, at stuðulin til TUTL og Mahogni liggur undir vinnumálum og ikki mentamálum.
Tí tónleikur er eisini vinna. Ein vinna, sum kann skapa arbeiðspláss, inntøkur og nógv avleitt virksemi.
Og fyri eitt lítið land sum Føroyar er hetta serliga áhugavert, tí heimamarknaðurin er avmarkaður, meðan altjóða marknaðurin næstan er óavmarkaður.
Og eg ivist ikki í, at í longdini fer hetta at kosta okkum meira, enn vit spara.
Vinarliga
Hergeir Staksberg
Tónleikari og mentanarsamskipari