info
Ongi úrslit

Akranes hand­að Smyril Line – Skipa­nes fram­vegis und­ir umvæling

Seinna nýggja farmaskipið hjá Smyril Line setir eftir ætlan kós móti Evropa í næstu viku. Systurskipið Skipanes liggur framvegis í Hong Kong eftir eldsbrunan í september.

Eirikur Lindenskov
17. oktober 2026 kl. 13:09

Smyril Line fekk í gjár, 16. oktober, nýggja farmaskipið Akranes handað frá CIMC Raffles-skipasmiðjuni í Yantai í Kina.

Akranes er seinna av teimum báðum nýggju Ro-Ro-farmaskipunum, sum felagið hevur latið smíðað. Sambært Smyril Line er ætlanin, at skipið fer úr Kina við kós móti Evropa í næstu viku.

Meðan Akranes sostatt er klárt at fara avstað, bíðar hitt nýggja skipið, Skipanes, framvegis eftir at sleppa víðari.

Skipanes liggur í Hong Kong, har tað verður umvælt eftir eldsbrunan í maskinrúminum 2. september. Skipið var tá júst farið av skipasmiðjuni við kós móti Føroyum, men noyddist til Hong Kong til umvælingar.

Sambært Kringvarpinum verða umvælingarnar væntandi lidnar síðst í november.

Akranes og Skipanes eru systurskip og skulu bæði inn í verandi rutunet hjá Smyril Line. Samanlagt hevur felagið gjørt íløgur fyri meira enn eina milliard krónur í tey bæði farmaskipini.

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

12. oktober kl. 00:01

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

15. oktober kl. 07:54

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

11. oktober kl. 21:48

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

14. oktober kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

14. oktober kl. 20:57

Fjós fokið á hús á Skála – stórur skaði

14. oktober kl. 17:53

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

VIDEO: Bjartalíð og liðfelagarnir eru enn í stórum niðurflytingarvanda

7 minuttir síðan
Lesarabrøv

Tað kostar eisini at spara

1 tími síðan
Tíðindi

Vil hava sjálvstøðuga avrúsingareind

1 tími síðan
Tíðindi

Heilsuhjálpararnir sprongdu almenna lønarkarmin

2 tímar síðan
Tíðindi

Larmandi skut­ar­ar ó­rógv­aðu náttar­friðin í Runavík

4 tímar síðan
Tíðindi

Kaleb – nýggj skaldsøga

4 tímar síðan
Fótbóltur

Liðið hjá Ara vann fyrsta sigurin síðani 4. juli

4 tímar síðan
Tíðindi

21 ára gomul úr Klaksvík vann P3 Guld-heiður

5 tímar síðan
Tíðindi

Talskvinna hjá Trump gevst eftir fáum døgum

5 tímar síðan
Hondbóltur

Rúnar Hammer var toppskjútti tá Stoholm vann fyrsta sigurin

6 tímar síðan
Tíðindi

Heysthugni og óvænt­aðar tón­leika­upp­liv­ingar í Havn

6 tímar síðan
Hondbóltur

Ajax tapti fyri Roskilde í toppuppgerðini

7 tímar síðan