info
Ongi úrslit

VIDEO: Bjartalíð og liðfelagarnir eru enn í stórum niðurflytingarvanda

(Video) Her eru hæddarpunktini frá dystinum Okzhetpes-FC Kyzylzhar 1-0 (0-0)

Heri Á. Simonsen
17. oktober 2026 kl. 13:55

Jóannes Bjartalíð og liðfelagarnir í FC Kyzylzhar í bestu kasakisku fótbóltsdeildini eru bert tvey stig omanfyri niðurflytingarstrikuna.

Fyrr í dag tapti FC Kyzylzhar á útivølli 0-1 fyri Okzhetpes, ið skoraði sigursmálið við einum rimmar langskoti, tá ein tími var leiktur av dystinum.

Liðið hjá Jóannesi hevði væl fleiri royndir innanfyri málrammurnar, men teir dugdu ikki at taka av.

FC Kyzylzhar hevur 27 stig á ellinta plássinum í deildini. Teir eru tvey stig frammanfyri næstaftasta liðið, Zhetysu, og trý stig frammanfyri aftasta liðið, Kaisar Kyzylorda, so enn er FC Kyzylzhar í stórum niðurflytingarvanda.

FC Kyzylzhar hevur tveir dystir eftir at leika. Komandi leygardag klokkan 12 hevur FC Kyzylzhar dyst á heimavølli móti Ulytau, ið hvørki kann flyta niður ella røkka einum evropeiskum plássi. FC Kyzylzhar endar á útivølli leygardagin 31. oktober við dysti á útivølli móti Kaspij Aktau, ið heldur ikki kann røkka Evropa ella flyta niður. So Jóannes og liðfelagarnir hava enn lagnuna í egnum hondum.

HER ber til at síggja ein samandrátt frá dystinum Okzhetpes-FC Kyzylzhar 1-0 (0-0):

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

12. oktober kl. 00:01

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

15. oktober kl. 07:54

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

11. oktober kl. 21:48

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

14. oktober kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

14. oktober kl. 20:57

Fjós fokið á hús á Skála – stórur skaði

14. oktober kl. 17:53

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Grønt skógarbelti verjir stórt vatngoymsluøki

42 minuttir síðan
Tíðindi

Akranes hand­að Smyril Line – Skipa­nes fram­vegis und­ir umvæling

1 tími síðan
Lesarabrøv

Tað kostar eisini at spara

1 tími síðan
Tíðindi

Vil hava sjálvstøðuga avrúsingareind

2 tímar síðan
Tíðindi

Heilsuhjálpararnir sprongdu almenna lønarkarmin

3 tímar síðan
Tíðindi

Larmandi skut­ar­ar ó­rógv­aðu náttar­friðin í Runavík

4 tímar síðan
Tíðindi

Kaleb – nýggj skaldsøga

4 tímar síðan
Fótbóltur

Liðið hjá Ara vann fyrsta sigurin síðani 4. juli

5 tímar síðan
Tíðindi

21 ára gomul úr Klaksvík vann P3 Guld-heiður

5 tímar síðan
Tíðindi

Talskvinna hjá Trump gevst eftir fáum døgum

6 tímar síðan
Hondbóltur

Rúnar Hammer var toppskjútti tá Stoholm vann fyrsta sigurin

7 tímar síðan
Tíðindi

Heysthugni og óvænt­aðar tón­leika­upp­liv­ingar í Havn

7 tímar síðan