- Nú eru tey tungu tøkini, sum hoyra heystinum til, tikin.
Soleiðis verður sagt á Facebook-vanganum, Koltur.
Her verður víst á, at kornakurin er skorin, heystfjallið og flettingin eru yvirstaðin og tann livandi seyðurin, sum skuldi av oynni, er farin.
Lagt verður aftrat, at seinasta vikuskftið vórðu eisini tarvkálvarnir flettir.
- Ein hugnalig tíð, við nógvum góðum og røskum fólki sum hjálpa til, siga tey á Facebook-vanganum, Koltur.

