info
Ongi úrslit

Tøk grundstykkir eru á Húsum og í Svínoy

Á býráðsfundi hin 24. september samtykti Klaksvíkar býráð at lýsa eitt grundstykki á Húsum og trý í Svínoy til sølu

Vilmund Jacobsen
28. september 2026 kl. 10:00

- Listin yvir tøk grundstykkir verður dagførdur hósdagin hin 1. oktober klokkan 12. Í løtuni eru 18 kommunal grundstykkir tøk, men 1. oktober leggjast fýra grundstykkir aftrat sølulistanum.

Soleiðis verður sagt á heimasíðuni hjá Klaksvíkar kommunu í dag, og vit kunnu leggja aftrat, at bæði Svínoy og øll Kalsoyggin eru partur av Klaksvíkar kommunu.

Vist verður á, at á býráðsfundi hin 24. september samtykti býráðið at lýsa eitt grundstykki á Húsum og trý í Svínoy til sølu.

Hesi grundstykkir eru at síggja á sølulistanum og gerast tøk á middegi hin 1. oktober.

- Áhugaður keypari kann velja eitt grundstykki, sum er tøkt og senda umsókn um at keypa tað.

Lagt verður aftrat, at hetta skal gerast umvegis frymil/oyðublað inni á tí einstaka grundstykkinum á søluskipanini á heimasíðuni ella við at seta seg í samband við kommununa.

Á heimasíðuni verður annars víst á, at hesi grundstykkir eru tøk í Klaksvíkar kommunu:

Tøk grundstykkir:

Klaksvík

Níggju millum Hjalla

Átta á Fossum

Eitt undir Klakki

Húsar

Eitt Heimigarður

Svínoy

Tvey Um Eiðið

Eitt Bøvegur

- Borgarar, sum ynskja at keypa kommunalt grundstykki, eiga at kunna seg um galdandi reglugerð á heimasíðuni hjá kommununi, siga tey á heimasíðuni hjá Klaksvíkar kommunu í dag.

Meira um hetta kann lesast á www.klaksvik.fo

Mest lisið hesa vikuna

Myndir: Soleiðis sær nýggja rúsan út

21. september kl. 18:15

Nuuk: Bæði funnin deyð

12 tímar síðan

Eg góðtaki ikki at verða lagdur undir korrupsjón

22. september kl. 23:15

Bogi Jac­ob­sen fór frá eft­ir ár við nær­um tví­fald­að­um avlopi

25. september kl. 21:45

Sjómaður í 40 ár: - Krav skal verða um ferðaleiðara

23. september kl. 00:29

Mugu aftur og aftur biðja Blábar dempa tónleikin

26. september kl. 10:36

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Heil oyggj í Hetlandi er sett til sølu

11 minuttir síðan
Tíðindi

Skrúvu­guðs­tæn­ast­ur­nar byrja aftur

31 minuttir síðan
Tíðindi

Námsfrøðiligt eftirlit framt við seks tilboðum hjá Almannaverkinum

59 minuttir síðan
Tíðindi

Vil hava Før­­oy­ar, Grøn­land og Ís­land at styrkja trygd­ar- og verju­samstarvið

1 tími síðan
Tíðindi

Seglbátur á veg úr Havn misti mastrina við Hetland

1 tími síðan
Tíðindi

Magdalena Andersson gevst við royndini at skipa stjórn

2 tímar síðan
Tíðindi

Kann seyðahald gera okkum meira sjálvbjargin?

2 tímar síðan
Tíðindi

Skattur og orku­trygd á skránni í Løg­tingi­num í dag

3 tímar síðan
Fótbóltur

Royndur dómari til dystin millum Moldova og Føroyar

4 tímar síðan
Fótbóltur

Niðara endaspælið: greiðir sigrar til B36 og 07 Vestur

10 tímar síðan
Tíðindi

Nuuk: Bæði funnin deyð

12 tímar síðan
Tíðindi

Aleksandar Vučić leggur frá sær

12 tímar síðan