Tvey av uppskotunum snúgva seg um inntøku og skatt. Sámal Petur í Grund skjýtur upp at tryggja fólki við lágari og miðal inntøku munandi betri sømdir. Hann hevur eisini lagt fram uppskot um at kanna, hvussu kommunu- og landsskatturin rakar fólk við lágari inntøku. Bæði málini verða sambært dagsskránni beind í Fíggjarnevndina eftir fyrstu viðgerð.
Á skránni er eisini atkvøðugreiðsla um orkuveiting og orkutrygd. Harumframt skal Løgtingið hava fyrstu viðgerð av einum ríkislógartilmæli um broytingar í útlendingalógini fyri Føroyar og einum uppskoti um tilráðingarnar frá Útnorðurráðnum og virksemi ráðsins í 2025. Hesi bæði uppskotini verða eftir ætlan beind ávikavist í Rættarnevndina og Uttanlandsnevndina.
Fundurin byrjar klokkan 11 sambært dagsskránni hjá Løgtinginum.