info
Ongi úrslit

Kann seyðahald gera okkum meira sjálvbjargin?

Matsjálvbjargni er á breddanum, tá seyðabøndur og serfrøðingar úr Norðurlondum savnast í Føroyum til InterNorden 21.–24. oktober.

Eirikur Lindenskov
28. september 2026 kl. 08:41

Í døgunum 21. til 24. oktober 2026 skipar Búnaðarstovan fyri norðurlendsku seyðaráðstevnuni InterNorden. Hetta er 37. ferðin, at skipað verður fyri hesi ráðstevnu, triðju ferð, at hon er í

Føroyum. Ráðstevnan í ár verður skipað soleiðis, at mikudag og hósdag verða fyrilestrar, fríggjadag er útferð til tríggjar garðar, og leygardag verður farið til seyðasýning norðuri í Hvalvík.

Tað var íslendski seyðaráðgevin Dr. Halldór Pálsson, sum tók stig til ráðstevnuna, og fyrsta ráðstevnan varð hildin í 1948 í Svøríki. Endamálið við InterNorden felagsskapinum var at savna seyðabøndur, landbúnaðarráðgevar, djóralæknar og onnur seyðaáhugað til eina óformella ráðstevnu um seyðahald. Fyrstu luttakaralondini vóru Ísland, Svøríki, Noreg, Danmark og Finnland.

Tey møttust til at deila vitan um, hvat rørir seg í seyðahaldinum í luttakandi londunum, fyri harvið at kunna menna seyðahaldið bæði verkliga og ástøðiliga.

InterNorden verður enn skipað á henda hátt og fyri somu áhugabólkar. Evni verða tikin upp, sum eru viðkomandi fyri tíðina. Evni sum veðurlagsbroytingar hava fylt nógv síðstu tíðina í mun til, hvussu hetta ávirkar framleiðsluna, og hvørjar avbjóðingar tað hevur við sær.

Í ár verður serligur dentur lagdur á heitið sjálvsveitan ella sjálvbjargni innan matframleiðslu. Eitt rættuliga viðkomandi evni, tá hugsað verður um geopolitisku støðuna í dag. Harafturat verður stórur dentur lagdur á ymsu stuðulsskipanirnar í luttakandi londunum, sum kunnu virka til størri matsjálvbjargni.

Føroyska stuðulsskipanin kann ikki rættuliga samanberast við skipanirnar í hinum luttakaralondunum. Framløgur verða, sum lýsa hesar skipanir í Íslandi og Noregi, umframt ein framløga, sum samanber skipanir í sambandi við seyðakjøtframleiðslu í Norðurlondum, Stóra Bretlandi og Fraklandi.

Framløgur verða um, hvussu beitið verður brúkt og stýrt í ymsu londunum. Millum annað við at brúka GPS skipanir í staðin fyri at brúka hegn. Komið verður eisini inn á gransking innan gomul seyðasløg í Norðurevropa.

Hetta er nakað av tí, sum verður at hoyra hesar dagarnar á Hotel Føroyum, onnur áhugaverd evnið verða eisini á skrá. Meira kann lesast um fyrilestrahaldarar og skránna á hesi leinkju: InterNorden2026

Her ber eisini til at melda seg til ráðstevnuna fram til 14. oktober 2026. Til ber at melda til alla

ráðstevnuna ella bara til partar av ráðstevnuni.

Mest lisið hesa vikuna

Myndir: Soleiðis sær nýggja rúsan út

21. september kl. 18:15

Nuuk: Bæði funnin deyð

10 tímar síðan

Eg góðtaki ikki at verða lagdur undir korrupsjón

22. september kl. 23:15

Bogi Jac­ob­sen fór frá eft­ir ár við nær­um tví­fald­að­um avlopi

25. september kl. 21:45

Umhugsa at taka leitingina uppaftur

21. september kl. 10:15

Sjómaður í 40 ár: - Krav skal verða um ferðaleiðara

23. september kl. 00:29

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Magdalena Andersson gevst við royndini at skipa stjórn

34 minuttir síðan
Tíðindi

Skattur og orku­trygd á skránni í Løg­tingi­num í dag

1 tími síðan
Fótbóltur

Royndur dómari til dystin millum Moldova og Føroyar

3 tímar síðan
Fótbóltur

Niðara endaspælið: greiðir sigrar til B36 og 07 Vestur

9 tímar síðan
Tíðindi

Nuuk: Bæði funnin deyð

10 tímar síðan
Tíðindi

Aleksandar Vučić leggur frá sær

10 tímar síðan
Tíðindi

Týdn­ing­ar­mikl­ir før­leik­ar í før­oyska sam­felagnum

11 tímar síðan
Fótbóltur

Nations League: Átta dystir vóru leiktir í dag

11 tímar síðan
Tíðindi

Málmansbrølari kostaði Noregi móti Portugal

11 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Ein stór løta at fáa debut á landsliðnum

11 tímar síðan
Tíðindi

Dronuálop rakti sjónvarpsstøð í Tigray

12 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Soleiðis tapti Moldova fyri Slovakia

13 tímar síðan