Tíðindaskriv:
September er næstan liðugur, og tað merkir, at nú verður bjóðað aftur til skrúvuguðstænastu í Hoyvíkar kirkju. Fyrsta skrúvuguðstænastan í vetrarhálvuni verður mikukvøldið 30. september kl. 17.30. Prestur fortelur eina bíbilsøgu, vit syngja sálmar, og síðani fara vit niður undir í Kirkjukjallaran at fáa okkum ein bita.
Skrúvuguðstænasturnar eru eitt vælumtókt og afturvendandi tiltak í Hoyvíkar kirkju við nógvum árum á baki.
Øll eru vælkomin!