Í kvøld hevur serbiski forsetin, Aleksandar Vučić, boðað frá, at hann leggur frá sær. Hetta merkir, at hann nú gevst á sínum seinna fimmáraskeiði.
Tað veit Reuters at siga í kvøld.
- Eg verið bara forseti nakrar fáar vikur aftrat, og so gevist eg, segði hann í einari røðu fyri viðhaldsfólki á einum valfundi í høvuðsstaði landsins, Beograd.
Aleksandar Vučić var serbiskur forsætisráðharri árini 2014, til hann gjørdist forseti landsins í 2017. Tískil hevur hann sitið tungt á valdnum í Serbia í fleiri ár.
Forsetaskeiðið hjá honum gongur annars út um eitt ár.
Sambært Reuters fer Aleksandar Vučić helst at royna at vinna forsætisráðharrasessin aftur eftir tjóðartingsvalið.
Sagt verður, at stór mótmæli hava verið seinastu árni, har fólk hava kravt, at forsetin leggur frá sær.
- Eittt mótmæli í mars í 2025 savnaði heili 300.000 fólk í gøtunum í Beograd, har fólk kravdu nýval, veit Reuters at siga.