Í morgin klokkan 17 spælir fótbóltslandsliðið annan dystin í bólki 3 í Nations League Deild C.
Dysturin verður móti Moldova á Stadionul Zimbru leikvøllinum í Chișinău.
KVF vísir dystin, og FM1 sigur beinleiðis frá dystinum.
Í fyrsta umfarinum leiktu Føroyar javnt 1-1 móti Kasakstan á Tórsvølli, meðan Moldova á útivølli tapti 0-2 fyri Slovakia.
Ein altjóða royndur dómari fer at leiða dystin millum Moldova og Føroyar. Talan er um 41 ára gamla eysturríkska dómaran, Julian Weinberger, ið hevur verið altjóða dómari síðani 2018.
Julian Weinberger hevur dømt í bestu eysturríksku fótbóltsdeildini síðani 2015.
MOLDOVA-FØROYAR:
Dómari: Julian Weinberger AUT
Hjálpardómari 1: Andreas Heidenreich AUT
Hjálpardómari 2: Maximilian Kolbitsch AUT
Fjórði dómari: Stefan Ebner AUT
VAR dómari: Alan Kijas AUT
VAR hjálpardómari: Josef Spurny AUT
UEFA dómaraeygleiðari: Aleksei Kulbakov BLR
UEFA umboð: Tomás Bárta CZE