Tað sæst í tilráðingum, sum ráðið samtykti á ársfundinum í Ilulissat 19. og 20. august 2025, og sum nú eru partur av einum løgtingsmáli.
Í einari tilráðing verður heitt á Føroya landsstýri, Naalakkersuisut í Grønlandi og íslendsku stjórnina um at greiða frá verandi trygdar- og verjusamstarvi millum tey trý londini.
Samstundis skulu londini meta um, hvussu samstarvið kann mennast og lyftast á eitt hægri stig.
Russland broytti trygdarstøðuna
Útnorðurráðið vísir í grundgevingini á, at russiska innrásin í Ukraina 24. februar 2022 hevur broytt trygdarstøðuna grundleggjandi – eisini í Norðuratlantshavi.
Friður og trygd, sum í stóran mun hava verið tikin fyri givið síðani kalda kríggið, kunnu ikki longur roknast sum sjálvsøgd, stendur í grundgevingini.
Ráðið vísir eisini á, at londini hava tætta tilknýti til NATO og hava roknað við hjálp, um trygdin verður hótt. Men ráðið heldur, at nú er stundin komin at kanna, hvussu verandi samstarv virkar í veruleikanum, og um tørvur er á einum sterkari samstarvi í Útnorðri.
Óttast fyri undirsjóvarkaðlunum
Ein onnur tilráðing snýr seg um kritiskt undirstøðukervi – serliga undirsjóvarkaðlar og fylgisveinasamband.
Útnorðurráðið vil hava ráðharrar og landsstýrismenn við ábyrgd av hesum økinum at hittast og umrøða, hvussu samskiftiskervið í Norðuratlantshavi kann tryggjast betur.
Eisini verður mælt til, at myndugleikarnir í teimum trimum londunum leggja grundarlag undir eitt felags samstarv um trygd og tilbúgving, um kaðalar ella fylgisveinasamband verða avbrotin.
Ráðið vísir á, at samfeløgini í dag eru sera bundin at interneti og telesamskifti. Bæði fíggjarskipanir, heilsuverk og tilbúgving eru treytað av, at sambandið riggar.
Tí kann eitt kaðalbrot fáa álvarsligar avleiðingar.
Føroyar hava tríggjar undirsjóvarkaðlar
Í grundgevingini verður víst á, at Føroyar hava tríggjar undirsjóvarkaðlar, Grønland tveir og Ísland fýra.
Tað ger londini meira viðbrekin enn lond á evropeiska meginlandinum, har nógv fleiri sambindingar eru.
Útnorðurráðið heldur tí, at bæði trygdin kring kaðlarnar og tilbúgvingin eiga at styrkjast, so grundleggjandi samfelagsvirksemi kann halda fram, sjálvt um ein ella fleiri kaðlar verða avbrotnir.
Stuðla Grønlandi
Í tilfarinum er eisini ein yvirlýsing frá Útnorðurráðnum frá januar 2025, har ráðið staðfestir sín treytaleysa stuðul til Grønland og grønlendska fólkið.
Ráðið leggur dent á, at Grønland er ogn grønlendinga, og at framtíð Grønlands skal avgerast av grønlendska fólkinum sjálvum.
Kelda: Útnorðurráðið / Løgtingið