Løgreglan fekk í gjárkvøldið eina fráboðan um ov harðan tónleik á einum skeinkistaði í Havn. Sambært vaktleiðaranum hevði staðið frammanundan fingið boð frá kommununi um at halda ljóðstøðið niðri.
Um tvey tíðina í nátt fór løgreglan inn á staðið og bað tey skrúva niður. Tey gjørdu eftir boðunum, men skrúvaðu uppaftur, so skjótt løgreglan var farin. Tá vendi løgreglan aftur og stongdi løgreglan skeinkistaðið.
Løgreglan fer eisini at fylgja upp upp á eina hending í náttarlívinum, sum kann vísa seg at vera eitt harðskapsmál.
Um midnáttarleitið varð ein bilførari tikin í Suðuroy undir illgruna fyri rúsdrekkakoyring. Um fimm tíðina í morgun varð ein annar tikin í Havn undir sama illgruna. Seinni í morgun varð ein bilførari í miðstaðarøkinum tikin undir illgruna fyri narkokoyring.