info
Ongi úrslit

ISW: Hava tikið 800 ferkilometrar av russiskari jørð

Ukrainar siga sjálvir, at talan er um 1000 ferkilometrar, og Institute for the Study of War (ISW) sigur, at talan er í minsta lagi um 800 ferkilometrar.

Vilmund Jacobsen
13. august 2024 kl. 12:19

Sambært tíðindastovuni AFP høvdu ukrainskar herdeildir í gjár ræðið á í minsta lagi 800 ferkilometrum av russiskum øki í Kursk-landslutinum, sum hevur mark til Ukraina.

AFP byggir sína greining á upplýsingar hjá Institute for the Study of War (ISW), sum neyvt fylgir gongdini í stríðnum millum Russland og Ukraina.

Tað var fyri júst einari viku síðan, at ukrainskar herdeildir tóku seg inn í russiska Kursk-landslutin, og her hava herdeildirnar tikið ræðið á fleiri bygdum og býum.

Sambært russiskum myndugleikum eru í minsta lagi 120.000 fólk flutt burtur úr økinum, har bardagar eru millum ukrainskar og russiskar herdeildir.

Hernaðarleiðarin í Ukraina, Oleksandr Syrskyj, segði í gjár, at ukrainski herurin hevur tikið fleiri enn 1000 ferkilometrar av russiskum landaøki.

Á hinari síðuni søgdu russisku myndugleikarnir, at talan kanska er um helmingin av tí landaøki, sum ukrainar siga.

Myndin er ikki tøk

Í gjár visti so Institute for the Study of War sambært AFP at siga, at ukrainar í minsta lagi høvdu ræðið á 800 ferkilometrum av russiskari jørð.

Guvernørurin í Kursk-landslutinum, Aleksej Smirnov, segði í gjár, at 120.000 russiskir borgarar eru fluttir úr økinum.

Hann legði aftrat, at ukrainsku herdeildirnar higartil hava tikið tilsamans 28 býir og bygdir í økinum.

 

Mest lisið hesa vikuna

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

24. oktober kl. 21:15

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

24. oktober kl. 15:02

Løgreglan eftirlýsir mann í Havn

22 tímar síðan

Ein stormskaði fráboðaður

25. oktober kl. 09:07

Løgreglan sóknast eftir vitnum til herverk í Leirvík

24. oktober kl. 10:22

Sanna Dahl tekur við eftir Jógvan Arge

26. oktober kl. 20:45

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

3 tímar síðan
Lesarabrøv

Nýggi mentanardepil í Vági liðugur um 14 til 16 mánaðir

3 tímar síðan
Hondbóltur

VIDEO: Síggj góð mál og góð­ar frí­spæl­ing­ar hjá Óla í Cham­pi­ons League

5 tímar síðan
Fótbóltur

ÍF fær ungan miðvallara úr NSÍ

6 tímar síðan
Tíðindi

Gera mentanardepil í Vágs Skúla

6 tímar síðan
Hondbóltur

Viborg sleppur undan Esbjerg og Odense í FINAL FOUR

6 tímar síðan
Tíðindi

Fernisering av nýggju uppheingingini av føstu framsýningini

7 tímar síðan
Hondbóltur

Champions League: Skanderborg-Aarhus endaði við svartaperi

7 tímar síðan
Tíðindi

Stadig Væk – Tóra Trónd

7 tímar síðan
Hondbóltur

Pauli bjargaði tveimum brotskøstum í heimasigri hjá Skövde

7 tímar síðan
Tíðindi

Star Trek og X-men leikari deyður

8 tímar síðan
Lesarabrøv

Bústaðarneyðin verð­ur ikki loyst við fleiri skattum

8 tímar síðan