Har karmur vera lagdir undir at hava menturnarligt virksemi í Vági í skúlahøpi og eftir skúlatíð. Har rúm verður fyri, at hava fyrilestrar, konsertir, tónleika- venjingar, sjónleikir, fundarvirksemi og biograf o.a.
Eitt nú fær Vágs skúli, nú framúr góðar umstøður. Sama er galdandi fyri musiskskúlan, sum eisini húsast í Vágs skúla. Tí við nýggja mentanardepilinum fær musikskúlin, eitt stórt upplyft, rætta vegin eins Vágs skúli fær.
-
©
Hettar sigur Levi Rikshamar Mørk, formaður hjá Mentamálanevndini hjá Vágs kommunu.
Málið var fyrstuferð frammi í 2016, tá var Levi R Mørk, eisini partur av upprunauppskotinum, sum býráðslimur. Málið við audiatorium var tikið uppaftur av mentamálanevndini í 2021.
Síðani er ætlanin broytt munandi við fleiri lokalum atrat, eitt nú við savningarstað/ audiatorium, tónleikarúmun, goymslu, móttøku, við ljóð og ljósgóðsku og øðrum. Ætlanin er somikið nógv broytt, at talan er nú um ger av einum nýggjan Mentarnardepil.
Tað vera 150 sitipláss og pláss til omanfyri 200 fólkum í nýggja Mentanardeplinum í Vági.
Tað er at frøðast um, at okur kunnu gera hesa framúr verkætlan lidnað og eftir nógv ár er komið á mál. Hettar sigur Levi R Mørk, formaður hjá Mentamálanevndini hjá Vágs kommunu.
Mentanardeplinum gevir okkum øllum fleiri møguleikar og er eitt stórt menturnarligt framstig fyri Vágs skúla og er eitt nýbrot fyri okkum øll í Vági og í Suðuroynni.
Endar Levi R Mørk formaður í mentamálanevndini hjá Vágs kommunu.