info
Ongi úrslit

Vakstaraforum og samfasti skúlin

– leisturin er langt síðani skorin til førleikagevandi undirvísing

Bjarni Djurholm
2. juli 2022 kl. 10:21

Fyri stuttum kom Vakstrarforum við fjølbroyttum uppskotum at skipa framtíðar Føroyar. Farið var víða um, men her skal bert eini parturin verða viðmerktur.

Vakstrarformum hevur millum mongu uppskotini tilmæli um samanhangin í skúlaskipanini, har 10. skúlaárið fær serstaka viðgerð.

Í veruleikanum er 10. flokkur leysur av kravda fólkaskúlanum. Er ístaðin eitt tilboð til tey mongu ungu, sum ikki hava tikið støðu til, hvønn veg lívsleiðin ber.

Hetta var eisini ætlanin við endurskoðaðu fólkaskúlalógini frá 1997, har Løgtingið samtykti, at 10. árið var tilboð, har treytirnar til innihaldið vóru serstakliga rúmligar – bert 28 t/v og so kravda verkætlan.

Harumframt skuldu skúlarnir bjóða umsøkjarunum undirvísing í siðbundnu fakunum – ikki, at skúlin frammanundan kravdi frálæru í ávísum lærugreinum.

 

Brotið úr nýggjum

Karmarnir eru tí væl egnaðir at vera í kapping við øll tilboðini uttanlands til eftirskúlar, har hópin av føroyskum ungdómum leita sær árliga og ikki minst, at 10. árið eisini kann at vera sambindingin  millum skúla og virkna lívið – ástøðiligt ella verkligt.

Hesa sannroynd er 10. floks-tilboðið í Tórshavnar Kommunu bygt á.

Í 2010 vóru allir 10. flokkarnir í kommununi savnaðir í Eysturskúlanum, har teir fingu sunnastu lonina í skúlanum at húsast í.

Brotið varð úr nýggjum. Árgangurin bleiv skipaður í um 15 breytir, sum eru 10 tímar hvør, lutaðar á breyt1 og breyt2, har næmingarnir frítt velja sær tvær. Harumframt velja næmingarnir 8 tímar um vikuna í siðbundnum lærugreinum. Millum hesar lærugreinar eru møguleiki eisini at velja aðrar enn tær, sum fólkaskúlalógin ásetir.

 

NámX

Skúlaárið fekk heitið NámX og er slagorðið, at NámX ikki er endin á fólkaskúlanum, men byrjanin uppá virkna lívið, har næmingarnir velja eftir evnum og áhuga – seta saman sítt egna skema. Sostatt útdelegerðar skúlin lutvíst myndugleika til næmingarnar/foreldrini og hevur skúlin samsvarandi væntanir til ábyrgd frá næmingunum.

Um helvtin av 9. floks næmingunum í kommuni velja árliga NámX. Eisini koma næmingar úr øðrum kommunum í higar. Hetta prógvar, at talan er um skipan, sum tørvur er á.

Sostatt kunnu vit staðfesta, at NámX við sínum breytatilboðum, er tilboð, sum hevur stóran áhuga millum ungdómar, sum hava lokið fólkaskúlaprógv.

##med2##

Strika 10. árið?

Røddir hava verið frammi um, at 10. árið skal strikast og árið skal leggjast undir miðnám. Hesa avgerð eigur Løgtingið.

Tað er kortini ilt at síggja, at ein byrjanarflokkur í miðnámi fer at hava størri eydnu ella hepni við sær undir teirri skipanini. Tað sum hinvegin tørvar er, at myndugleikin tekur støðu til 10. árið, vísandi til mongu frágreiðingarnar, sum skrivaðar eru, so gerandisdagurin í skipanini gerst so fjølbroyttur og væleydnaður sum gjørligt.

 

Vakstrarforum og NámX

Vakstrarforum, sum var mannað við fólki úr ymsu vinnugreinunum, arbeiðsmarknaði, gransking, íverksetan, orku, burðardygd og øðrum, mælti til, at 10. flokkur skal umskipast við fleiri breytum, sum kunnu góðkennast sum partur av yrkisútbúgving. Føroyskt eigur at vera kravd lærugrein í 10. flokki.

Burtursæð frá, at vit ikki krevja, men bjóða føroyskt, so er bulurin í NámX júst tann, sum Vakstrarforum skjýtur upp, og hevur NámX virkað samvarandi í 12 ár.

Tað er tí eitt sindur serligt, at umboðini í Vakstrarforum ikki hava varnast skipanina, tá tey nú mæla til nærum somu skipan, sum NámX síðan byrjan hevur virkað eftir.

 

Førleikagevandi breytir

Øll farnu árini hava vit júst lagt okkum eftir at gera breytirnar so førleikaveitandi sum gjørligt. Hetta hevur hepnast í summum breytum, hóast vit ikki eru komin á mál.

Orsøkin til, at tað ikki hevur eydnast at gera breytirnar í NámX førleikagevandi, er m.a. orsakað av vantandi áhuga frá myndugleikunum.

Skúlin hevur kortini skipað fleiri av breytunum í samstarvi við intressentar, bæði almennar og privatar.

Í samstarvi við Vinnuháskúlan, verður sjóvinnubreytin undirvíst í navigatión (førleikar at føra stuttleikabátar upp til 20 brt.) og so fáa næmingarnir trygdarskeið. Eisini verður samstarvað við reiðarí, fyritøkur og stovnar, sum virka í sjóvinnuni m.a. Havstovuna, Vørn osfr.

Vælveru- og umsorgarnarbreytin fær undirvísing frá Heilsu- og umsorganartænastuni hjá Tórshavnar Kommunu um eldrarøkt/umsorgan. Næmingarnir vitja javnan ellis- og røktarheim. Undirvísingn fevnir breitt – um at gerast gamal, um kropsligar rørslur, ABC fyri sálarheilsu, um reinføri, tagnarskyldu osfr. Eisini fáa næmingarnir skeið í fyrstuhjálp.

Íverksetara- og ferðavinnubreytin samstarvar við vinnulívið generelt og ferðavinnuna spesielt. Tey hava vunnið fleiri FM í íverksetan og í fjør eisini DM í íverksetan. Ferðavinnuparturin er m.a. skipaður í tænastuvinnuskeið, har næmingarnir fáa prógv, sum verður staðfest av Visit Faroe Islands og Vinnuhúsinum.

Tónleikabreytin hevur serliga leiklutin at umboða NámX, tá skúlin skipar fyri almennum tiltøkum, umframt, at breytin av og á luttekur í tiltøkum, sum Tórshavnar Kommuna setir á skrá.

Samstarv er við Glasir, Yrkisdepilin, har tøknibreytin, lutað í trý hold, verða frálærd í bil, metall og elektronikk. Hvørt fak 10 tímar um vikuna.

KT-breytin er skipað í samstarvi við KT-felagið, har næmingarnir fáa um netverk og forritan.

Ítróttarbreytin fær venjaraskeið frá ISF. Allar hinar breytirnar samstarva í størri og minni mun við viðkomandi fyritøkur og stovnar,

 

Vinnan og handverksbreytin

Føroya Handverksmeistarafelag ynskti fyri nøkrum árum síðani, at handverksbreytin í NámX kundi frálæra soleiðis, at fyrsta skúlaskeið til húsasmið bleiv lokið í NámX. Vit mettu hetta vera upplagt, so aftaná fleiri fundir við vinnuna og MMR, var ein fyribilsleistur skorin, so til bar at fremja ætlanina í NámX.

Málið steðgaði tíverri upp hjá myndugleikanum, og vit frættu einki aftur, hóast vit javnan spurdu eftir tí.

 

Leinkið til útbúgvingar

Samanumtikið eru karmarnir í NámX í fullum samljóði við ætlan og endamál í fólkaskúlalógini og ynskjunum hjá Vakstrarforum.

At breytirnar, sum eru bulurin í NámX, ikki eru meira førleikagevandi er spell, men gerandisdagurin gerst ofta øðrvísi enn hugurin stendur til – ikki minst um myndugleikarnir ikki geva teimum ans, sum vilja bróta úr nýggjum.

NámX er veruliga tilboðið til ung, sum ynskja eitt ár at umráða seg í, áðrenn støða verður tikin til lívsleiðina – ein pallur, har næmingarnir kunnu skoða inn í framtíðina og um rætt verður atborið, gerst veruliga leinkið til verkligar ella ástøðiligar útbúgvingar.

Vakstrarforum hevur talað og amboðið er tøkt. Ábyrgdin at taka stigið, at 10. skúlaárið í mesta mun gerst førleikagevandi, liggur hjá myndugleikunum.

 

Fer at lýsna?

Einir 1800 næmingar hava lokið NámX-prógv, har afturmeldingin hevur verið greið - breytirnar eru avgjørt besti parturin í undirvísingini.  

Einki er nýtt undir sólin, verður sagt.

Soleiðis er eisini við ynskjunum fyri NámX. Vónandi kann myndugleikin síggja møguleikarnar og skipa fyri, at breytaundirvísingin í mesta mun gerst førleikagevandi, so øll tey mongu ungu, sum velja hesa leiðina, kunnu fáa prógv, sum tryggjar teimum bestu atgongdina til verkliga ella ástøðiliga útbúgving aftaná lokið prógv.

Kanska fer at lýsna, nú Vakstrarforum eisini hevur víst á gongdu leiðirnar.

 

Bjarni Djurholm

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði á veg umborð á Atlantsflog

Í gjár kl. 07:59

Tvey samdøgur á kjølinum

12. september kl. 01:17

Eysturoyar-tunnilin stongdur úr Havn

11. september kl. 13:57

Stór mótmælir um alt Týskland

12. september kl. 22:42

Myndir: Tingfundur 10.09.26

10. september kl. 20:06

Sløkkiliðsfólk heiðrað

11. september kl. 11:25

Fleiri tíðindi

Tíðindi

14,2 milliardir útgoldnar í lønum – vøksturin 6,3 prosent

3 minuttir síðan
Tíðindi

Garasjan hjá Georg verður tikin niður

22 minuttir síðan
Tíðindi

Barnaverndartænasta opið hús

42 minuttir síðan
Tíðindi

Norröna sparir upp í 26 tons av CO₂ um vikuna við landstreymi í Íslandi

55 minuttir síðan
Tíðindi

Búskaparráðið leggur fram frágreiðing um fíggjarpolitiskt haldføri

1 tími síðan
Tíðindi

Vil styrkja sambondini við Brasil

1 tími síðan
Tíðindi

Fleiri enn 100.000 fólk í Japan eru 100 ár og eldri

1 tími síðan
Tíðindi

Møguligt herverk steðgaði tokum

2 tímar síðan
Tíðindi

Seinasta ferðin hjá sluppini Verdandi

2 tímar síðan
Tíðindi

Marglætisskip við 746 ferða­fólk­um á Havnini

2 tímar síðan
Tíðindi

Mette Frederiksen: Russisk skjóting kemur tíverri ikki óvart á

4 tímar síðan
Tíðindi

Ein tikin fyri at koyra við kenning

4 tímar síðan