info
Ongi úrslit

Benjamin Rajani: Nú føli eg, at hann letur meira upp!

Ummæli: Eg havi í 2016 og -19 ummælt hansara avrik, men nú føli eg, at hann hevur veruliga latið upp fyri, at í øllum lívsins viðurskiftum, eru vit so sera sárbar og vilja seta orð á.

Fríðálvur A. Jensen
14. november 2026 kl. 11:45

Lat meg skunda mær at siga, at eg eri sera fegin um, at vit eiga listafólk og tónleikarar, sum hava hetta frálíka dirvið, at siga okkum um teirra kenslur og andaligheit, tí er tað nakað í hesum so avbjóðandi heimi, er tað júst brúk fyri, at fáa slíkt inn í kjakið og at hurðar verða latnar upp.

Útgávan «Onkustaðni Er Ein Viðarlund» er enn eitt róp til Gud um, at í øllum hava vit tørv á at hava eyguni á eitt stavnhald og at koma út úr hesi nalvaskoðanini.

1.     Eitt tekin um lív

2.     Upp úr nalvanum

3.     Avmarkingar

4.     Í 20’unum

5.     Í ørviti

6.     Glopraregn

7.     Glansbíløt

8.     Eg vil nógv meir

9.     Gott og ónt

10.   Mín síðsti sangur

Tað stuttliga við skrivingini hjá Benjamini er, at ein kann sita við eini kenslu, at hann vil siga okkurt, men er tað eisini nógv upp til okkum lurtarar at tulka og føla.

Eisini er tað henda støðan við lívinum, at hann skal gera upp við hvat hann skal, sum eisini er ein lívsjáttan og tendrar vón!

Tað tónleikaliga er í tí poppkenda, har Benjamin hevur heintað sær góðan styrk frá Esben Svane og Brian Mørk Hansen, sum riggar frálíka væl!

Har er eitt íkast av «singer and songwriter», har eg merki eitt gott samanspæl millum sangtekstir og at lagsetingin riggar til UG!

Frálíkt lag við teksti til sangin «Glopraregn», sum onkursvegna er ein prikan til dagligu viðurskiftini, sum vit eru «noydd» til at liva við, men saktans eisini kunnu hava eina meining um.

Skal eg finnast at onkrum, so havi eg onkuntíð ilt við at hoyra tekstin, sum kanska er eitt tilvitað val, men sangurin kundi ofta komið meira fram!

Benjamin er enn eina ferð úti við eini útgávu, sum fær meg at steðga á og lurta, tí hann er erligur og sera gávaður.

Eg eri spentur um næstu útgávuna, tí Benjamin hevur nógv at geva, so hetta verður neyvan síðsta útkastið og sangurin!

Hann hevur nomið sær sálarliga útbúgving, sum eg saktans kann knýta at hesi seinastu útgávuni, tí eg merki eina dýpd, sum klæðir væl inn í samlaða úrslitið!

Tað er ikki neyðugt við nakrari stjørnuseting!

Fríðálvur A. Jensen

Mest lisið hesa vikuna

Herurin heitir á íbúgvar í Lettlandi um at søkja sær skjól

10. november kl. 22:37

Aksel ger útlendskt øl dýrari

9. november kl. 23:20

Løgmaður takkað nei til at hitta Zelenskyj

10. november kl. 13:35

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

7. november kl. 12:00

Poul Andrias Ziska skal gera mat til børn í Vágum

7. november kl. 19:00

Nú kanst tú síggja lønina hjá grannanum ella stjóranum

12 tímar síðan

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Aksel umhugsar at talgilda skatta­list­ar­nar

1 tími síðan
Lesarabrøv

Arbeiðir løgmaður við tveimum tjóðarsemjum?

1 tími síðan
Tíðindi

Maður handtikin eftir innbrot á apotekið í Havn

2 tímar síðan
Tíðindi

Lesandi kunnu vinna 30.000 krónur uttan mótrokning

3 tímar síðan
Tíðindi

Vilja hava lands­stýr­ið at vísa hvat kem­ur burt­ur úr Útnorður­ráðnum

5 tímar síðan
Hondbóltur

Hákun móti Elias - beinleiðis á TV3 Sport

5 tímar síðan
Fótbóltur

Nations League: Niðurlond og Ísland vunnu stórsigrar

12 tímar síðan
Fótbóltur

Tað verður fullsett á Tórsvølli

12 tímar síðan
Tíðindi
Haldaragrein

Nú kanst tú síggja lønina hjá grannanum ella stjóranum

12 tímar síðan
Hondbóltur

Skanderborg hevur tapt níggju av tíggju dystum

13 tímar síðan
Fótbóltur

Mánadagin verður finala á Tórsvølli

13 tímar síðan
Hondbóltur

European Cup: Neistin tapti við sjey málum

14 tímar síðan