Í dag verða skattalistarnir lagdir fram til alment eftirlit á ávísum støðum kring landið, har fólk kunnu møta upp og hyggja í listarnar. Men hví skulu skattalistarnir ikki kunna síggjast talgilt, eins og teir kunnu í Noregi?
Tann spurningin hava vit sett Akseli V. Johannesen, landsstýrismanni í fíggjarmálum.
Hann sigur, at hann ikki áður hevur hugsað um møguleikan, men eftir at hava umhugsað spurningin eina løtu sigur hann seg vera sinnaðan at kanna málið.
– Eg havi einki ímóti at gera ta broytingina. Noreg hevur gjørt tað talgilt, og eg haldi sjálvur, at tað er skilagott heldur enn at leggja listarnar fram, sigur Aksel V. Johannesen.
Krevur lógarbroyting
Landsstýrismaðurin vísir á, at tað ikki ber til at gera skattalistarnar talgildar uttan víðari.Verandi lóggáva ásetur, hvussu skattalistarnir skulu leggjast fram, og tí krevst ein lógarbroyting, um skipanin skal broytast.
– Tað krevur eina lógarbroyting, sum krevur eina politiska viðgerð, og tann viðgerðin hevur ikki verið, sigur hann.
Lesið eisini: Tú hevur rætt at síggja lønina hjá grannanum – men tú mást møta upp hjá kommununi
Men nú ætlar hann at taka spurningin upp.
– Eg fari at taka stig til at taka tað upp politiskt og kanna, um undirtøka er fyri tí, sigur Aksel V. Johannesen.
Noreg hevur talgildar skattalistar
Í Noregi hava skattalistarnir í nógv ár verið tøkir á internetinum.
Har kunnu fólk við elektroniskum samleikaprógvi rita inn á heimasíðuna hjá norsku skattamyndugleikunum og leita eftir skattaupplýsingum hjá øðrum.
Ein týðandi partur av norsku skipanini er tó, at tað verður skrásett, hvør hevur leitað eftir upplýsingum um ein ávísan persón. Viðkomandi kann síðani síggja, hvør hevur kannað hansara skattaupplýsingar.
Ein møgulig føroysk skipan kundi verið skipað eftir líknandi leisti.
Enn er tó eingin ítøkilig ætlan løgd fram um, hvussu ein talgild føroysk skipan skuldi virkað.
Fer at taka málið upp politiskt
Tó at landsstýrismaðurin ikki hevur boðað frá einum lógaruppskoti enn, so sigur hann, at hann fer nú at kanna, um politisk undirtøka er fyri einari broyting.
Verður undirtøka fyri tí, kann tað hava við sær, at fólk í framtíðini ikki longur noyðast at møta upp á einum ávísum staði fyri at síggja skattalistarnar, men kunnu fáa atgongd til teir talgilt.