Martin Agnarsson var á vøllinum allan dystin, og Áki D. Samuelsen var á vøllinum seinasta hálva tíman, tá lið teirra, Mjällby skrivaði evropeiska søgu við at spæla fyrsta dystin nakrantíð í søgu felagsins í einum evropeiskum deildarspæli.
Mjällby hevði í kvøld heimavøll á Olympiavallen í Helsingborg, tá teir tóku ímóti andorianska liðnum, Inter D´Escaldes, ið hevur framt eitt bragd við at vinna seg í deildarspælið í Conference League.
Inter D´Escaldes megnaði at verja fyri í fyrra hálvleiki, men fyrstu 20 minuttirnar av seinna hálvleiki syrgdu Jacob Bergström og Axel Norén fyri, at Mjällby vann 2-0, og harvið ein søguligan sigur.
Sunnudagin klokkan 13 verður føroyingauppgerð í bestu svensku fótbóltsdeildini, Allsvenskan. Tá taka Mattias Hellisdal og liðfelagarnir í Västerås móti Mjällby á Hitachi Energy Arena leikvøllinum.
Västerås er nummar sjey í deildini við 35 stigum, meðan Mjällby er fimtaftast við 23 stigum. Mjällby hevur tó átta stig niður til næstaftasta liðið, Örgryte sum hevur 15 stig.