Norðurlond skulu vera betur før fyri at hjálpa hvørjum øðrum, tá kreppur raka.
Tað er endamálið við einari dagførdari ætlan um samfelagstrygd, sum Norðurlandaráðið hevur góðkent á ársfundinum í Helsingfors.
Ætlanin snýr seg millum annað um at tryggja atgongd til heilivág og orku, verja týdningarmikið talgilt undirstøðukervi og styrkja fólkaræðið móti hóttanum og villleiðandi upplýsingum.
Málið er at fáa eina felags norðurlendska fatan av støðuni, felags váðametingar og betri møguleikar at virka saman undan, undir og eftir kreppur.
– Samfelagstrygd snýr seg ikki bara um at handfara kreppur, tá tær koma. Vit skulu eisini byggja sterk samfeløg, sum kunnu fyribyrgja hóttanum, standa ímóti trýsti og koma væl ígjøgnum kreppur, sigur Ville Väyrynen, forseti í Norðurlandaráðnum.
Ráðið vísir á, at koronufarsóttin, russiska innrásin í Ukraina, netálop og veðurlagstengdar vanlukkur hava gjørt tørvin á samstarvi greiðari.
Í ætlanini verður millum annað mælt til at arbeiða fram ímóti einari felags norðurlendskari avtalu um sivila verju, tilbúgving og veitingartrygd.
Kelda: Norðurlandaráðið.