Tvey føroyingalið vóru í kvøld í leiki í næstbestu donsku hondbóltsdeildini hjá monnum.
Ísak Vedelsbøl (myndin) og liðfelagarnir í HØJ vunnu sjeynda sigurin á rað.
HØJ vann á útivølli 31-29 á Team Sydhavsøerne. Í steðginum var støðan javnleikur 16-16. Ísak var noteraður fyri tvey mál.
HØJ er fremst í deildini við 18 stigum fyri 10 dystir. Midtjylland er nummar tvey við 16 stigum.
Rúnar Hammer og liðfelagarnir í Stoholm taptu á heimavølli 29-33 fyri Midtjyllandi, ið var á odda 20-15 í steðginum.
Rúnar var við sjey málum toppskjútti hjá Stoholm. Trý av málunum vóru upp á brotskøst.
Stoholm er næstaftast í deildini við tveimum stigum.
Í morgin klokkan 13 spæla Kjartan Johansen og liðfelagarnir í Vendsyssel dyst á heimavølli móti Odder.