Tann greitt mest spennandi dysturin í 27. og seinasta umfarinum í Meistaradeildini hjá monnum verður leiktur inni í Vika á Argjum, seinnapartin klokkan 15.
R2 hjá Televarpinum vísir dystin, og FM1 sigur beinleiðis frá dystinum.
Bæði liðini hava 25 stig undan seinasta umfarinum. AB hevur tó betri málmun, og kann tí bjarga sær í deildini við javnleiki. Triðja liðið í niðurflytingarstríðnum, Skála ÍF sum eisini hevur 25 stig spælir dyst á útivølli móti EB/Streymi.
AB og 07 Vestur hava hvør sín innanhýsis sigur undan dystinum í dag. 6. apríl vann AB 2-0 á 07 Vestur inni í Vika. 21. juni vann 07 Vestur 2-0 á AB á Dungasandi.
Altjóða veddingarfyritøkur, ið lata odds upp á dystin hella til ein heimasigur til AB, men talan er um eina lítla favorittstøðu.
Oddsini upp á heimasigur til AB liggja millum 2,14 og 2,40.
Oddsini upp á javnleik, ið merkir bjarging til AB liggja millum 2,63 og 3,25.
Oddsini upp á útisigur til 07 Vestur liggja millum 2,80 og 3,34.
HER eru oddsini:
-
©