Umframt niðurflytingarfinaluna millum AB og 07 Vestur, so er tað ein annar dystur í seinasta umfarinum í Meistaradeildini hjá monnum, ið stórur spenningur er um, ið hvussu er fyri útiliðið og tess fjepparar.
EB/Streymur, ið longu hevur bjargað plássinum í deildini tekur móti Skála ÍF, ið eins og AB og 07 Vestur hevur 25 stig, og hevur tí alt at spæla fyri.
Rás 4 hjá Televarpinum vísir dystin, og FM1 sigur beinleiðis frá dystinum.
Tá liðini hittust undir Mýruhjalla 6. apríl vann EB/Streymur 2-1 á Skála ÍF. 20. juni leiktu EB/Streymur og Skála ÍF javnleik 1-1 við Margáir.
Hóast útivøll hevur Skála ÍF eina pinkalítla favorittstøðu hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin.
Oddsini upp á heimasigur til EB/Streym liggja millum 2,70 og 3,05.
Oddsini upp á javnleik liggja millum 3,03 og 3,45.
Oddsini upp á útisigur til Skála ÍF liggja millum 2,14 og 2,27.
HER eru oddsini:
-
©