Nú nærkast vit okkum at helvtin av teimum, sum eru í skipanini, eru útlendingar. Og tað eru eg og tú sum rinda fyri tað.
ALS kom í verðina fyri at vera eitt trygdarnet hjá arbeiðandi føroyingum. Nú hevur hon ment seg til eina stuðulsskipan hjá fiskavirkjum og útlendingum.
Arbeiðsleysir útlendingar í Føroyum skulu ikki í ALS. So mugu arbeiðsgevarar heldur byrja at rinda teimum eina fasta løn, ella mugu teir fara heim aftur.

Bjarni Kárason Petersen
Løgtingsmaður