- Nú veturin er á gáttini, heita vit á tykkum um at fáa alt leyst undir tak ella bundið væl niður, so tað ikki verður til ampa fyri onnur í bygdini.
Soleiðis skrivaði Skopunar kommuna til sínar borgarar og húsaeigarar í gjárkvøldið.
- Tann fyrsti stormurin kemur longu í nátt við fitt av vindi av ringari ætt, verður lagt aftrat.
Vit kunnu leggja aftrat, at í morgun er væl av vindi, og veðurstøðir hava mált heilt nógvan vind, har tað er vindhart, og ættin er ring.
Fyri góðum tíma síðan vórðu 36 metrar um sekundið máldir í hvirlunum á Heltnini á Oyndarfjarðarvegnum.
Hyggja vit eftir Oyggjarvegnum við Norðradalsskarå vórðu 42 metrar um sekundið máldir i hvirlunum her stutt fyri klokkan 09 í morgun.