info
Ongi úrslit

Tilfeingisrenta kann ikki roknast í einum tómrúmi

Eitt svar til Hans Ellefsen eftir samrøðuna í „Góðan morgun Føroyar“ 30. september 2026

Fróði Magnussen
4. oktober 2026 kl. 13:32

Samandráttur

Henda greinin er eitt svar til sjónarmiðini, sum Hans Ellefsen førdi fram í „Góðan morgun Føroyar“ 30. september 2026. Semja er um, at fiski- og alivinnan skulu rinda eitt rímiligt gjald fyri rættin at gagnnýta felags tilfeingi. Men tað er ikki nóg mikið at staðfesta, at tilfeingisrenta er til. Avgerandi er, hvussu hon verður roknað, hvussu gjaldið verður kravt inn, og hvørjar avleiðingar tað fær fyri íløgur og kappingarføri.

Ráðstevnan í Løkshøll í 2023 vísti, at føroysku gjøldini vóru hægri enn hjá grannalondunum, og at skeivt skipað gjøld kunnu tálma samfelagsbúskaparligar lønsamar íløgur í nýggj skip, fiskaheilsu, umhvørvistøkni og virðisøking. Tað kann minka um kappingarførið, arbeiðsplássini og framtíðar skattainntøkurnar – og harvið eisini ta tilfeingisrentu, sum samfelagið kann fáa lut í.

Uppboðssøla er heldur ikki ein vandaleys loysn. Við uppboðssølu verður gjaldið fyri rættindini ásett frammanundan og skal rindast, hóast fiskaprísurin lækkar, kvotan minkar, fiskiskapurin svíkur ella aðrir kostnaðir hækka. Gjaldið kann tí føra til at eitt yvirskot verður til undirskot og harvið tálmar váðin nýggjum íløgum. Verður vinningurin hinvegin skattaður, lagar gjaldið seg eftir veruliga úrslitinum: Nógv verður goldið í góðum árum, minni í vanligum árum og einki, tá eingin vinningur er.

Uppboðssøla økir eisini um miðsavningina og geva teimum størstu og best fíggjaðu fyritøkunum ein fyrimun. Ynskja vit meira miðsavnan? Sleppa útlendsk reiðarí at bjóða uppá føroyskum rættindum, samstundis sum føroysk reiðarí ikki hava samsvarandi atgongd uttanlands, verður kappingin ikki javnbjóðis. Útlendsk reiðarí, sum longu hava skip, rakstur og tøka veiðuorku, hava lægri marginalkostnað og bjóða tí hægri enn føroysk reiðarí, sum skulu fíggja allan raksturin við støði í føroysku rættindunum. Avleiðingin er at rættindi og virksemi flytur av landinum, og at grundarlagið undir føroyska flotanum, føroyskum arbeiðsplássum og avleiddum virksemi viknar. Lønir verða ikki skattaðar í Føroyum, vinningur heldur ikki.

Tí eigur skatturin at verða lagdur á staðfestan vinning – ikki framleiðslu – og byggja á veruligar roknskapir, lønir, váða og íløgur. Málið eigur ikki at vera størst møguliga inntøka í einum góðum ári, men størst møguligt og varandi virði fyri føroyska samfelagið.

Grein.

Í samrøðuni í „Góðan morgun Føroyar“ 30. september førir Hans Ellefsen fram, at marknaðurin er eitt amboð og ikki eitt endamál, at rætturin at fiska og ala hevur eitt virði, og at tann tilfeingisrenta, sum stavar frá hesum avmarkaðu rættindum, eigur at koma samfelagnum til góðar. Hann nevnir eisini uppboðssølu sum ein hátt at fáa tilfeingisrentuna inn og møguleikan fyri at nýta inntøkurnar til at lækka aðrar skattir.

Eg eri samdur í sjálvum grundsjónarmiðinum: Fiskatilfeingið og aliøkini eru felags tilfeingi, og vinnurnar skulu rinda eitt rímiligt gjald fyri serliga rættin at gagnnýta tey.

Men semja um meginregluna svarar ikki teimum avgerandi spurningunum:

  • Hvussu stór er tann veruliga tilfeingisrentan?

  • Hvussu nógv av yvirskotinum stavar frá náttúrutilfeinginum?

  • Hvussu nógv stavar frá íløgum, váða, dugnasemi og nýskapan?

  • Hvussu skal gjaldið krevjast inn, uttan at skilagóðar íløgur verða steðgaðar?

  • Og hvussu høgt kann gjaldið vera, áðrenn tað skaðar samlaða búskaparliga úrslitið?

Tað er júst her, at ein yvirskipað búskaparlig frágreiðing ikki er nóg mikið.

Løkshøll gav eina nógv meira fjølbroytta mynd

Á ráðstevnuni um tilfeingisrentu og tilfeingisgjøld í Løkshøll 17. mars 2023 var breið semja um, at vinnurnar skulu rinda tilfeingisgjald. Men sambært almennu samanumtøkuni hjá Búskaparráðnum røkkur semjan ikki nógv longri enn tað. Ósemja var bæði um støddina á gjaldinum og um, hvussu tað eigur at verða kravt inn.

Samanumtøkan staðfestir eisini, at Føroyar søguliga hava verið tíðliga úti við víðfevndum tøku- og tilfeingisgjøldum, og at upphæddirnar, sum eru tiknar inn, hava verið hægri enn í grannalondunum. Norra hevði tá einki tilfeingisgjald á fiskivinnuna, og íslendska gjaldið varð lýst sum ein brotpartur av tí føroyska.

Tað er sostatt fakligt grundarlag fyri at siga, at føroyska avgjaldstrýstið á hesar vinnur var millum tey hægstu í londunum, sum vit vanliga samanbera okkum við.

Týdningarmesta niðurstøðan úr Løkshøll var tó ein onnur: Gjøldini mugu ikki gerast so skeiklandi, at tey broyta annars skilagóðar íløguavgerðir, minka um íløgurnar ella forða fyri burðardyggari menning.

Skatta vinning – ikki framleiðslu og íløgur

Karen Helene Ulltveit-Moe, professari og fyrrverandi forkvinna í norsku tilfeingisskattanevndini, førdi í Løkshøll fram, at ein yvirskotsgrundað skipan er tryggari enn eitt fast gjald fyri hvørt kilo. Orsøkin er einføld: Eitt kilogjald verður goldið uttan mun til, um fyritøkan hevur stórt yvirskot, lítið yvirskot ella undirskot. Tað kann tí gera eitt lítið yvirskot til undirskot. Eg má staðfesta at vit standa við hesum trupulleikanum nú prísurin á fiski sveiggjar sera nógv.

Hon legði eisini dent á, at ein serskattur ikki eigur at ávirka íløguáhugan, og at bert tann parturin av framleiðsluni, sum er knýttur at náttúrutilfeinginum á sjónum, eigur at verða serskattaður – ikki virðisøkingin á landi, smoltframleiðsla, virking og onnur vinnulig menning.

Hetta er eisini í samsvari við meginregluna, sum Búskaparráðið sjálvt hevur sett fram: Tað er rætturin at veiða ella nýta aliøkið, sum skal bera gjaldið – ikki øll framleiðsla og virðisøking, sum fer fram rundan um rættin.

Skulu vit veruliga skatta tilfeingisrentu, eiga vit tí at skatta staðfestan vinning eftir veruligar kostnaðir og eitt rímiligt avkast av íløgdum kapitali. Ein skipan kann bara kallast nøkulunda neutral, um fyritøkan fær fullan og rættstundis frádrátt fyri íløgur og tap, og landið ikki bara tekur lut í góðu árunum, men letur vinnuna bera allan váðan í teimum ringu.

Alt óvanligt yvirskot er ikki tilfeingisrenta

Í kjakinum verður ofta sett líkamerki millum høgt yvirskot og høga tilfeingisrentu. Tað er ov einfalt.

Føroyska alivinnan hevur ikki bara góð náttúruviðurskifti. Hon hevur gjørt stórar íløgur í smoltstøðir, størri smolt, alitøkni, fiskaheilsu, avlúsing, skip og virking. Á ráðstevnuni vísti Ragnar Nystøyl á, at góða føroyska úrslitið bæði stavar frá náttúrugivnum fyrimunum og dugnasemi hjá føroysku fyritøkunum. Betri fóðurúrtøka, størri tøkuvekt, lægri felli og styttri tíð á sjónum eru ikki komin av sær sjálvum.

Bård Misund legði somuleiðis dent á, at búskaparfrøðin ikki er einmælt um, hvussu nógv av óvanliga lønseminum í alivinnuni er tilfeingisrenta. Ein partur kann vera regulatiónsrenta (fyrimunar av rættindum), men ein annar partur kann stava frá dugnasemi, effektiviteti, nýskapan og váðafýsni hjá einstøku fyritøkuni.

Tað sama er galdandi í fiskivinnuni. Tá ein fyritøka gagnnýtir fiskin betur, mennir nýggjar vørur, fær hægri prís, minkar um oljunýtsluna ella skipar raksturin betur, er virðisøkingin ikki sjálvvirkandi tilfeingisrenta.

Eitt ástøðiligt „vanligt avkast“ – til dømis seks prosent – kann tí ikki einsamalt avgera, at alt avkast omanfyri hetta mark er tilfeingisrenta. Avkastkravið má endurspegla veruliga fígging, rentustøði, príssveiggj, biologiskan váða, gjaldoyraváða og møguleikan fyri stórum tapum.

Roknistykkið má byggja á veruleikan

Hetta er eisini kjarnin í mínum atfinningum at fleiri av teimum útrokningum, sum Hans Ellefsen áður hevur víst til.

Úrslitið av einari tilfeingisrentu-útrokning verður í stóran mun avgjørt av fortreytunum:

  • Verður ein ov lág løn sett fyri arbeiðið hjá manningini?

  • Verður tikið hædd fyri, at skip hava tvær manningar?

  • Er avkastkravið sett ov lágt (6%)?

  • Verða veruligu íløgurnar og fíggingarkostnaðurin roknað við?

  • Verður verandi, politiskt ásetti flotin brúktur, ella ein ástøðiligur optimalan flota?

  • Verður øll virðisøking oman fyri eitt ásett normtal kallað tilfeingisrenta?

Um lønin í roknimyndlinum verður sett lægri enn lønin sambært sáttmálum og veruligum arbeiðstíðum, verður roknaða tilfeingisrentan sjálvandi hægri. Um avkastkravið verður sett ov lágt, hendir tað sama. Og um roknað verður við einum „optimalum“ flota (færri skipa enn eru í flotanum) enn tí, sum politiska skipanin hevur loyvt og eggjað til, verður tann roknaða rentan aftur hægri. Yvirskotið byggir ikki at veruligar útreiðslur tí roknað verður við færri skipum.

Ein búskaparligur myndil er ikki ein óheft sannroynd. Hann vísir úrslitið av teimum fortreytum, sum verða lagdar inn í hann.

Ítøkiligar verkætlanir skulu roynast – ikki bara ástøðið

Professararnir Bård Misund, Petter Osmundsen og Ragnar Tveterås eru ikki prinsipielt ímóti at skatta tilfeingisrentu. Men teir ávara ímóti at halda, at ein skattur, sum er neutralur á einum skriviborði, eisini verður neutralur í veruliga vinnulívinum.

Í einari verkætlanargreining av aling vístu teir á, at ein ávís tilfeingis-skattaskipan kundi gera lønsamar og samfelagsbúskaparliga gagnligar verkætlanir ólønsamar fyri fyritøkuna. Serliga vóru kapitaltungar loysnir sum aling til havs og afturlatin ella hálvafturlatin anlegg viðkvom.

Teirra niðurstøða var ikki, at eingin skattur kann krevjast inn. Tvørturímóti mettu teir, at rúm kundi vera fyri einum avmarkaðum tilfeingisskatti. Men skipanin má roynast ímóti veruligum verkætlanum, veruligum íløguavgerðum og veruligum fíggingartreytum.

Í fakligu frágreiðingini frá Universitetinum í Stavanger verður eisini víst á, at ein fullkomiliga neutralur skattur kann hugsast í ástøði, men er sera torførur at gera neutralur í verki. Tí mugu grundarlagið, avleiðingarnar og møguligu skeiklingarnar kannast gjølla, áðrenn skatturin verður settur í verk.

Hetta er eitt grundleggjandi mótsvar til uppáhaldið, at ein skattur á „reina tilfeingisrentu“ ikki kann ávirka íløgurnar. Tað veldst um, hvussu tilfeingisrentan verður mátað, nær skatturin verður goldin, hvørjar útreiðslur verða góðkendar, og hvør ber váðan, um íløgan miseydnast.

Fiskivinna og alivinna eru ikki tað sama

Ein annar veikleiki er at viðgera fiskivinnu og alivinnu sum nærum sama skattliga fyribrigdið.

Fiskirættindi eru knýtt at fiskastovnum og millumtjóða avtalum. Hesin rættindi er knýtt at Føroyum og virksemið kann tí ikki uttan víðari flyta.

Alivinnan er hinvegin merkt av stórum lívfrøðiligum váða og altjóða kapping um, hvar næsta íløgan verður gjørd. Kapitalur, tøkni og leiðsluførleiki kunnu flyta millum Føroyar, Skotland, Ísland, Noreg, landaling og aling til havs.

Tað merkir ikki, at alivinnan sleppur undan at rinda. Men tað merkir, at eitt ov høgt ella skeivt gjald kann flyta íløgur og førleikar, hóast sjálvt aliøkið ikki kann flytast.

Tí kann sama einfalda skattauppskrift ikki uttan víðari nýtast til báðar vinnurnar.

Uppboðssøla er ikki ein vandaleys loysn

Hans Ellefsen vísir á uppboðssølu sum ein hátt at tryggja, at gjaldið fyri fiskirættindini kemur samfelagnum øllum til góðar. Uppboðssøla kann hava ein leiklut, serliga tá nýggj rættindi verða latin, men hon loysir ikki sjálvvirkandi trupulleikarnar og kann skapa nýggjar.

Ein uppboðssølu prísur vísir, hvat hægsti bjóðari væntar at kunna gjalda við teimum fiskaprísum, kvotum og kostnaðum, sum hann roknar við, tá boðið verður latið. Uppboðssølu prísurin staðfestir ikki veruligu tilfeingisrentuna í teimum árunum, sum koma aftaná.

Við uppboðssølu verður gjaldið fyri rættindini ásett frammanundan og skal rindast ella fíggjast, hóast fiskaprísurin lækkar, kvotan minkar, fiskiskapurin svíkur ella aðrir kostnaðir hækka. Gjaldið kann tí føra til at eitt yvirskot verður til undirskot og harvið tálma nýggjum íløgum. Verður vinningurin hinvegin skattaður, lagar gjaldið seg eftir veruliga úrslitinum: Nógv verður goldið í góðum árum, minni í vanligum árum og einki, tá eingin vinningur er. Við uppboðssølu ber fyritøkan allan váðan, eftir at gjaldið er ásett.

Uppboðssøla kann eisini fremja enn meira miðsavning og geva teimum størstu og best fíggjaðu fyritøkunum ein fyrimun. Spurningurin er um tað er ynskið. Serliga álvarsligt verður hetta, um útlendsk reiðarí sleppa at bjóða uppá føroyskum fiskirættindum, samstundis sum føroysk reiðarí ikki hava samsvarandi atgongd at bjóða eftir rættindum uttanlands. Tá verður kappingin ikki javnbjóðis.

Útlendsk reiðarí, sum longu hava skip, manningar, umsiting og tøka veiðuorku, hava lægri marginalkostnaði tá tey bjóða uppá føroysku kvotuna. Tey skulu í høvuðsheitum bara bera tann eyka kostnaðin av at fiska kvotuna og kunnu tí vera før fyri at bjóða hægri prísir. Føroysk reiðarí skulu hinvegin fíggja allan raksturin – skip, manningar, viðlíkahald, umsiting og íløgur – við støði í teimum føroysku rættindunum.

Vandin er tí, at ein opin uppboðssøla ikki finnur tann rakstrarliga dugnaligasta føroyska aktørin, men tann útlendska aktørin, sum hevur lægsta marginalkostnaðin, størstu fíggjarligu orkuna ella tøka veiðuorku aðrastaðni. Avleiðingin verður at rættindini og virksemið so við og við flyta av landinum, og at grundarlagið undir føroyska flotanum, føroyskum sjófólkum, arbeiðsplássum á landi og avleiddum tænastuvinnum viknar.

Tá Hans samstundis sigur, at marknaðurin er eitt amboð og ikki eitt endamál, eigur sama fyrivarni at vera galdandi fyri uppboðssøluna. Hon er eitt politiskt og búskaparligt amboð – ikki ein náttúrulóg – og má metast eftir teimum samlaðu avleiðingunum fyri føroyska samfelagið.

Tað almenna skal hyggja at nettoúrslitinum

Hans nevnir, at inntøkur frá tilfeingisgjøldum kunnu brúkast til at lækka arbeiðsskattin. Tað kann sjálvandi gerast politiskt. Men bruttoinntøkan av einum gjaldi er ikki tað sama sum búskaparligi vinningurin hjá samfelagnum.

Um eitt ov høgt gjald minkar um íløgur, lønir, arbeiðspláss, partafelagsskatt, tænastukeyp, útflutningsvirði og framtíðar kappingarføri, skal hetta dragast frá.

Tað rætta roknistykkið er tí ikki bara, hvussu nógv landskassin fær inn undir einum ávísum heiti. Spurningurin er, hvør skipan gevur størsta, varandi nettoíkastið til føroyska samfelagið – tá tilfeingisgjøld, vanligir skattir, lønir, avleitt virksemi, íløgur og váði verða roknað saman.

Ein fakliga haldgóð leið

Ein haldgóð føroysk skipan eigur eftir mínum tykki at byggja á nakrar greiðar meginreglur:

  1. Vinnan skal rinda eitt rímiligt gjald fyri serliga rættin at gagnnýta felags tilfeingi.

  2. Gjaldið eigur fyrst og fremst at verða grundað á staðfestan vinning – ikki bert á framleiddari nøgd (mongd) ella sølu.

  3. Virðisøking frá íløgum, arbeiði, tøkni, virking og dugnasemi má skiljast frá sjálvari tilfeingisrentuni.

  4. Útrokningarnar mugu byggja á grannskoðaðar roknskapir, veruligar lønir, veruligan fíggingarkostnað og eitt avkastkrav, sum samsvarar við váðan.

  5. Hvørt skattauppskot eigur at verða roynt á ítøkiligar verkætlanir fyri og eftir skatt, soleiðis sum Misund, Osmundsen og Tveterås mæla til.

  6. Skipanin má vera symmetrisk, so vinnan fær fullan frádrátt og veruligt virði av tapum og íløgum – ikki bara eina skattarokning, tá tað gongur væl.

  7. Karmarnir skulu vera støðugir og frammanundan kendir. Kapitaltungar vinnur kunnu ikki leggja langtíðarætlanir eftir árligum politiskum skiftum.

Málið eigur ikki at vera at taka mest møguligt inn í einum einstøkum góðum ári. Málið eigur at vera at tryggja føroyska samfelagnum størst møguligt og varandi virði.

Tað krevur eitt rímiligt tilfeingisgjald. Men tað krevur eisini lønsamar fyritøkur, nýggjar íløgur, teknologiska menning og føroyskt kappingarføri.

Tilfeingisrenta kann ikki roknast í einum tómrúmi. Hon má roknast í tí veruleika, sum fiskimenn, alarar, fyritøkur, íleggjarar og føroyska samfelagið virka í.

Fróði Magnussen, umboð fyri Fólkaflokkin á Tingi.

 

Keldur og víðari lesnaður

Høvuðskeldur

1. Kringvarp Føroya (30. september 2026)
„Rekamaðurin, Hans Ellefsen“ – Góðan morgun Føroyar. Samrøðan við Hans Ellefsen byrjar umleið 24 minuttir og 20 sekund inni í sendingini.

URL: https://kvf.fo/ljod/sending/gmf?sid=214011

2. Búskaparráðið (august 2023)
Samanumtøka av ráðstevnu um tilfeingisgjøld í mars 2023 í Løkshøll. Almenna samanumtøkan av framløgunum hjá millum øðrum Ragnari Nystøyl, Karen Helene Ulltveit-Moe, Bård Misund, Audun Wickstrand Iversen, Ola Flåten og Birgir Thór Runólfsson.

URL: https://www.landsbankin.fo/Files/Images/B%C3%BAskaparr%C3%A1%C3%B0i%C3%B0/R%C3%A1%C3%B0stevna%20um%20tilfeingisgjald/Samanumt%C3%B8ka%20-%20endaligt.pdf

3. Búskaparráðið (10. mars 2023)
„Tilfeingisgjald eigur at verða tikið inn fyri náttúrutilfeingi.“ Búskaparráðið greiðir frá meginregluni um, at tað er rætturin at veiða ella nýta aliøki, sum eigur at bera tilfeingisgjald – ikki framleiðsla og virðisøking á landi.

URL: https://www.buskaparradid.fo/fo/tidindi/tilfeingisgjald-eigur-at-verda-tikid-inn-fyri-natturutilfeingi

4. Misund, Bård; Osmundsen, Petter; Tveterås, Ragnar; Folkvord, Benn; Nystøyl, Ragnar og Rolland, Knut Henrik (2020)
Grunnrenteskatt i havbruk – Et kunnskapsgrunnlag. Faglig sluttrapport. Víðfevnd faklig frágreiðing frá Universitetinum í Stavanger um tilfeingisrentu, skattaskipanir, íløgur, kappingarføri og møguligar skeiklandi avleiðingar.

URL: https://ebooks.uis.no/index.php/USPS/catalog/book/46

Beinleiðis PDF:

https://www6.uis.no/ansatt/misund/publications/Misund_etal_2020_Grunnrenteskatt_Havbruk_Sluttrapport.pdf

5. Misund, Bård; Osmundsen, Petter og Tveterås, Ragnar (28. oktober 2019)
„Lakseskatt stopper bærekraftig havbruk“, Teknisk Ukeblad. Greinin vísir við verkætlanarútrokningum, hvussu ein skeivt skipaður tilfeingisskattur kann gera lønsamar íløgur í nýggja alitøkni ólønsamar fyri fyritøkurnar.

URL: https://www.tu.no/artikler/lakseskatt-stopper-baerekraftig-havbruk/477409

6. Misund, Bård; Osmundsen, Petter og Tveterås, Ragnar (16. november 2019)
„Vi støtter særskatt på havbruk.“ Høvundarnir staðfesta, at teir ikki eru ímóti einum serskatti á alivinnuna, men mæla til ein hóvligan og meiri neutralan skatt, sum kann geva tí almenna inntøkur uttan stórar skeiklingar.

URL: https://www.kyst.no/lakseskatt-saerskatt/vi-stotter-saerskatt-pa-havbruk/176305

7. iLaks (2. mai 2018)
„Professor om grunnrentebeskatning: For høy skatt kan presse næringen over på landbasert oppdrett eller mot andre land.“ Samrøða um vandan fyri, at ov høg ella skeivt skipað skattlegging kann flyta íløgur til landaling, nýggja tøkni ella onnur lond.

URL: https://ilaks.no/professor-om-grunnrentebeskatning-for-hoy-skatt-kan-presse-naeringen-over-pa-landbasert-oppdrett-eller-mot-andre-land/

 

8. Misund, Bård; Osmundsen, Petter og Tveterås, Ragnar (2024)
Resource Rent Taxation in Aquaculture: Does Choice of Tax Model Matter for Investment Incentives? Faklig grein, sum kannar, hvussu ymisk sløg av tilfeingisskatti ávirka lønsemið í íløgum í burðardyggari alitøkni.

URL: https://papers.ssrn.com/sol3/papers.cfm?abstract_id=4771464

9. Norska Havbruksskatteutvalget (2019)
NOU 2019:18 – Skattlegging av havbruksvirksomhet. Almenna norska frágreiðingin lýsir bæði grundgevingarnar fyri tilfeingisskatti og tær fortreytir, sum skulu vera loknar, um skatturin skal virka neutralt.

URL: https://www.regjeringen.no/no/dokumenter/nou-2019-18/id2676239/

Viðmerking: Keldurnar umboða ikki allar sama sjónarmið. Summar eru almennar frágreiðingar og gransking, meðan aðrar eru samrøður og kjakgreinar. Tær eru tiknar við, so lesarin kann kanna bæði meginreglurnar aftan fyri tilfeingisskatt og fakligu ósemjuna um, hvussu skatturin eigur at verða roknaður og kravdur inn.

 

Mest lisið hesa vikuna

Nuuk: Bæði funnin deyð

27. september kl. 23:01

Bilførarin: Ræðulig sjón at síggja bilin fara á rull

2. oktober kl. 09:36

Lýsandi bilur á Sandsvatni í kvøld

30. september kl. 23:37

Eg taki ábyrgd – men hvar hevur borgarstjórin verið?

29. september kl. 14:18

Løgmaður hevur sett Bárð á Steig Nielsen upp á pláss

18 tímar síðan

Nýggi terminalurin hjá Smyril Line

29. september kl. 14:10

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

VIDEO: Soleiðis tapti Kasakstan fyri Moldova í okkara bólki

15 minuttir síðan
Lesarabrøv

Grønland ikki flutt seg á fullveldisleið við nýggju Trygdar- og verjuavtaluni

24 minuttir síðan
Tíðindi

Oyggjarnar við Kuba sæddar úr rúmdini

45 minuttir síðan
Fótbóltur

U19-landsliðið tapti fyri Sameindu Arabisku Emirríkjunum

1 tími síðan
Tíðindi

Eingin játtan til at byggja Tjóðleikhúsið í 2027

1 tími síðan
Tíðindi

Vrakleivdir av flogfari funnar í USA

1 tími síðan
Tíðindi

Handtikin aftur fýra tímar eftir leyslating

2 tímar síðan
Tíðindi

Lula og Bolsonaro bresta saman í tøttum forsetavali

3 tímar síðan
Hondbóltur

Rakul og liðfelagarnir hava enn fyrsta stigið til góðar

3 tímar síðan
Tíðindi

Eldur kom í bil í Norð­oya­tunli­num

4 tímar síðan
Tíðindi

Konfirmantar í Vesturkikrjuni í dag

4 tímar síðan
Tíðindi

Falski Lars Tvede fekk ongar pengar frá føroyingum

4 tímar síðan