info
Ongi úrslit

Wenzel letur upp nýtt plátu-og lakkverkstað

Gamla verkstaðið hjá Wenzel er nú umvælt til at vera eitt nýtímans plátu-og lakkverkstað, sum Wenzel, saman við Sámal Petur Danielsen, nú letur upp á Akranesgøtu 5.

Eirikur Lindenskov
4. desember 2023 kl. 20:55

– Á odda fyri Wenzel Lakk er Sámal Petur Danielsen, og hevur hann góð og roynd fólk afturat sær. Sjálvur hevur Sámal Petur sera drúgvar royndir innan økið, og varð hann útbúgvin autolakkerari í 2007, skrivar P/F Wenzel í tíðindaskrivi. 

– Nevnivert er, at Sámal Petur byrjaði lærutíð sína hjá Wenzel. Afturat honum starvast Tummas Jákup Sørensen - plátusmiður, Dánjal Sørensen - lakkerari, Dávid Dam - móttøkuleiðari, Malan Fríða Hentze - móttøkufólk og Turið Thomsen – skrivstovufólk. 
Nýggja deildin tekur í móti øllum bilmerkjum og eru buglur, skøvur, og lakkeringsskaðar okkara serkunnleiki. Steinsløg, brotnir rútar og tryggingarskaðar taka vit okkum eisini av. 
Verkstaðið er longu latið upp og ber til at bíleggja tíð á telefonnummar 354530 ella við at senda teldupost til [email protected], so eru Dávid og Malan klár at taka í móti tær. 

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Ivasamt um barnalógin verður løgd fram í hesi tingsetuni

10 minuttir síðan
Tíðindi

Les Sosialin og fá at­gongd til alt blað­savn­ið fyri 40 krónur

59 minuttir síðan
Tíðindi
Haldaragrein

17 fólk í sjón­um eyst­an fyri Ís­land – fiski­skip sokkið

1 tími síðan
Lesarabrøv

Fiskavirkis­skip­an­in bindur arbeiðsmegi

1 tími síðan
Tíðindi

Siri Hustvedt um at velja eitt lív við list og bókmentum

1 tími síðan
Tíðindi

SpaceX sleppur at senda millión fylgisveinar út í rúmdina

1 tími síðan
Tíðindi

29 ár síðan Sám­al Pet­ur tendr­aði Sosi­al­in á netinum

1 tími síðan
Lesarabrøv

Fólkapensjónin og fyri­tíðar­pen­sjónin eru púra aftur­út­sigldar

2 tímar síðan
Tíðindi

Føroyar og Bret­land styrkja sam­starv­ið við nýggj­um samstarvsskjali

2 tímar síðan
Hondbóltur

Fjórða tapið á rað hjá HF Karlskrona

2 tímar síðan
Hondbóltur

Aarhus vann greitt í grannauppgerðini

3 tímar síðan
Tíðindi

Tað eru pengar at spara við at búgva í Eiðis kommunu

4 tímar síðan