info
Ongi úrslit

Ofta bara ein tyrla tøk

Størri viðlíkahaldsarbeiði kunnu hava við sær, at Føroyar bara hava eina bjargingartyrlu tøka í upp til tríggjar mánaðir. Kemur hon sjálv í neyð, er hin ikki før fyri at koma til hjálpar

John Johannessen
28. november 2026 kl. 12:59

Hvat verður gjørt, um nakað er áfatt við føroysku bjargingartyrluni, meðan hin tyrlan er til eftirlit?

Henda spurningin setti Landsgrannskoðanin leiðsluni á Vørn í sambandi við grannskoðanina av tyrlutænastuni.

Svarið frá Vørn var, at í slíkum føri er bara ein tyrla.

Í ársfrágreiðingini fyri 2023 vísir Landsgrannskoðanin á, at størri viðlíkahaldsarbeiði á tyrlunum kunnu taka upp í tríggjar mánaðir.

Lesið eisini: Føroyar seta tyrlubjargarar í størri váða 

Sambært viðlíkahaldsætlanini í tyrlusáttmálanum, kann onnur tyrlan vera úr rakstri í millum níggju og 40 dagar um árið. Harumframt koma óvæntað brek og eftirlit.

Danska sjóverjan kann stundum traðka til, men sambært Vørn tekur tað so langa tíð at gera donsku tyrluna klára til flúgving, at hon ikki er ein loysn í bráðfeingis støðum.

Viðhvørt ongin tyrla

Í januar í fjør vóru Føroyar í tveir dagar heilt uttan egna bjargingartyrlu, tí onnur tyrlan var til viðlíkahald, meðan hin fekk brek.

Nevndarformaðurin í Atlantsflogi, Niels Mortensen, segði tá við Kringvarpið, at tríggjar tyrlur eru neyðugar fyri at tryggja, at í minsta lagi ein tyrla altíð er tøk.

Í Føroyum hevur kjakið sostatt snúð seg um at tryggja, at ein tyrla altíð er tøk at bjarga sjómonnum. Í Íslandi snýr kjakið seg eisini um at tryggja, at ein onnur tyrla er tøk at bjarga sjálvum bjargarunum, skuldi tað hent, at teir komu í neyð.

 

Mest lisið hesa vikuna

Ken Fagerberg er deyður

Samgongan í Tórs­havn­ar bý­ráð er skrædnað

Allir 17 av manningini á Jökull bjargaðir

20 menn úr Nólsoy fara til Dublin í kvøld

Sanna áttati í dag

Send nýskipanarnevndina til hús

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Les Sosialin og fá at­gongd til alt blað­savn­ið fyri 40 krónur

25 minuttir síðan
Tíðindi

Føroyski tyrlu­sátt­mál­in er gingin út

41 minuttir síðan
Tíðindi

Vilja lata kommunala botnfrádráttin standa í stað í 32 ár

1 tími síðan
Tíðindi

Húsarhald við hita­pumpu skulu rinda 2.700 kr meira um árið

2 tímar síðan
Tíðindi

Dunga Jákup verður doyptur í morgin

2 tímar síðan
Tíðindi
Haldaragrein

Frá vinartræi til øsku

2 tímar síðan
Tíðindi

Ongin at bjarga bjargarunum

3 tímar síðan
Lesarabrøv

NAKSKOV & FØROYSK KULTURSØGA

3 tímar síðan
Tíðindi

Tey fornisku hava nógv at siga okkum

4 tímar síðan
Tíðindi

Ulf helst valdur til nýggjan forsætisráðharra mánadagin

4 tímar síðan
Tíðindi

Skallaði ein mann á skeinkistaði

4 tímar síðan
Tíðindi

Fýra klipp á Fugla­fjarðar­vegnum og í Kollafirði

5 tímar síðan