info
Ongi úrslit

Fekk pengarnar aftur eftir følsk TAKS-boð

Ein kvinna hevði trýst á leinkið í følskum sms-boðum og ritað inn, tá hon fekk illgruna. Hon ringdi beinanvegin til løgregluna. Stutt eftir vóru kontur hennara tømdar, men bankin fekk steðgað flytingunum.

Eirikur Lindenskov
24. november 2026 kl. 16:15

Seint í gjárkvøldið fekk ein kvinna sms-boð, sum góvu seg út fyri at vera frá TAKS. Hon trýsti á leinkið og ritaði inn á síðuni, men fekk síðan eini feilboð.

Kvinnan ringdi til løgregluna og greiddi frá, hvat var hent. Løtu seinni sá hon, at kontur hennara vóru tømdar.

Sambært kvinnuni ringdi løgreglan aftur og segði seg hava havt samband við bankan. Stutt eftir fekk hon boð um, at bankin hevði megnað at steðga flytingunum. Pengarnir komu inn aftur á kontur hennara.

Hendingin vísir, hvussu nógv tað kann hava at siga at bera skjótt at, tá illgruni er um svik. Tað er tó ikki vist, at pengar altíð kunnu fáast aftur.

TAKS hevur ávarað um følsk sms-boð, har fólk verða biðin um at trýsta á eitt leinki fyri at fáa skatt endurgoldnan. Hevur tú ritað inn ella latið upplýsingar á eini tílíkari síðu, skalt tú beinanvegin seta teg í samband við bankan. Í hesum førinum ringdi kvinnan eisini til løgregluna, sum skjótt fekk samband við bankan.

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Mowi letur upp heimsins størstu smoltstøð

27 minuttir síðan
Tíðindi

Nes og Sjóvar kommu­na sam­starva um inte­gra­tións­sam­skipara

29 minuttir síðan
Tíðindi

Koblingsstøðin á Sandi er nú liðug

35 minuttir síðan
Minningarorð

Elin Súsanna Jacobsen farin 85 ára gomul

37 minuttir síðan
Tíðindi

Kanna hvussu vátlendi við Miðjarðarhavið kunnu verjast

1 tími síðan
Tíðindi

20 menn úr Nólsoy fara til Dublin í kvøld

1 tími síðan
Tíðindi

Tvær føroyskar kvinn­ur í gazellu­fyri­tøku við 589 prosent vøkstri

2 tímar síðan
Tíðindi

Eftir fimm mánaðir í Havn er Barði skjótt klárur aftur

2 tímar síðan
Tíðindi

Djóni tekur sæti á tingi fyri Bjørt Lind

3 tímar síðan
Tíðindi

Góð níggju prosent av øllum nólsoyingum eru í Edinburg

4 tímar síðan
Tíðindi
Haldaragrein

Frá vinartræi til øsku

4 tímar síðan
Tíðindi

Les Sosialin og fá at­gongd til alt blað­savn­ið fyri 40 krónur

4 tímar síðan