22 fólk fingu skaða av spreingig í Nürburgring

Í minsta lagi 22 fólk hava fingið skaða eftir eina spreinging á kappkoyringarbreytini Nürburgring, sum er 100 kilometrar sunnan fyri týska býin Köln.

 

Hetta skrivar týska tíðindastovan dpa.

Óhappið, sum verður hildið at stava frá eini gassfløsku, hendi um 18-tíðina í gjárkvøldið.

Fýra fólk fingu álvarsligan skaða og fleiri vórðu flogin á sjúkrahús við tyrlu.

 

Spreingingin hendi í pit-økinum, tá endaligu fyrireikingarnar vóru gjørdar undan kappingini í Ruhr Cup.

 

Ætlanin er, at kappingin verður sum ætlað leygardagin.