- Fyri makrel og norðhavssild snúgva broytingarnar seg fyrst og fremst um at dagføra endaligu kvoturnar fyri 2023, siga tey í Fiskimálaráðnum í dag.
Í makrelkunngerðini er eisini ein broyting, at góð 54.000 tons av ófiskaðari makrelkvotu í 2022 verða flutt til at verða fiskað í ár.
- Flutta nøgdin verður latin skipum sum felagskvota við hámarki. Hámarkið fyri hvørt skipið er 4.500 tons.
Í Fiskimálaráðnum siga tey, at øll, sum hava makrelrættindi í 2023, kunnu fáa loyvi at fiska av felagskvotuni - treytað av, at allar eginkvotur av makreli, tillutaðar sambært kunngerðini í 2023, eru fiskaðar.
- Haraftrat eru reglurnar, sum loyva skipum at flyta upp til 10% av norðhavssild, svartkjafti ella makreli millum ár, dagførdar.
Lagt verður aftrat, at uppskotini til broytingar í kunngerðunum eru til ummælis fram til 9. juni 2023 og møguligar viðmerkingar skulu sendast til fisk@fisk.fo í seinasta lagi á middegi hin 9. juni 2023.
Uppskotini hjá Fiskimálaráðnum til broytingar í nevndu kunngerðum kunnu síggjast um heimasíðuna - www.fisk.fo