Aftan á illa umstrídda springaradrápið á Skálafjørðinum tann 12. september í fjør boðaði løgmaður alment frá, at hann hevur tikið stig til at eftirmeta springaradráp í Føroyum. Hetta fegnast tey í Havbúnaðarfelagið um – og tey mæla rætt og slætt løgmanni til at banna springaradrápi.
– Avleiðingarnar av springaradrápinum á Skálafjøðinum hava verið ógvusligar og viðfevndar fyri alivinnuna, bæði tá tað kemur til umdømi og sølu, sigur Havbúnaðarfelagið. Tí siga eisini, at halda vit fram at drepa springara, kunnu avleiðingarnar næstan ikki yvirmetast.
– Fleiri stórar handilsketur hava sagt, at tey meta framhaldandi dráp vera størstu hóttanina móti føroyskum útflutningi yvirhøvur. Føroyska alivinnan er sera stúrin um avleiðingarnar, skildi eitt springaradráp afturat verið í Føroyum. Eingi útlit eru til, at henda støðan fer at broytast, heldur tvørturímóti. Fólk kring heimin eru vorðin sera tilvitað um burðardygd og djóravælferð, serliga yngri fólk. Harumframt hava springarar eina serliga støðu í tilvitskuni hjá fólki. Hetta hevur við sær, at handlar og handilsketur í alsamt minni mun vilja taka tann váðan uppá seg, at selja føroyskar fiskavørur.
– Vit liva í dag í einum framkomnum vælferðarsamfelagi, har okkara útflutningur er grundarlagið undir okkara vælferð, og alivinnan stendur fyri einari helvt av øllum útflutninginum í Føroyum. Í Havbúnaðarfelagnum halda tey, at politiska skipanin má taka tað í álvara, hvat fólk, sum skulu eta okkara fiskavørur, halda um tað, sum fyriferst í Føroyum.
– Í hesum sambandi skal Havbúnaðarfelagið vísa á, at springaradráp er ikki siðvenja, ella føroysk mentan. Flestu pláss í Føroyum hava onga siðvenju fyri at drepa springara, og tí er hetta einans ein spurningur um, hvat er best fyri føroyska samfelagið at gera. Og her er eingin ivi um, at vansarnir eru munandi størri enn teir fyrimunir, sum onkur sær í at halda fram við springaradrápum
Havbúnaðarfelagið fer tí at mæla politiska myndugleikanum til at banna beinleiðis springaradrápum í Føroyum, áðrenn eitt nýtt dráp verður, sum kann fáa uppaftur meira víðfevndar og drúgvari avleiðingar, enn hendingarnar 12. september høvdu og framvegis hava, sigur felagið.