– Hetta gevur ordiliga orku til at gera nógv.
Tað sigur Jonna F. Mortensen, eftir at Barnaútvarpið hjá Kringvarpi Føroya er tilnevnt til altjóða virðislønina Astrid Lindgren Memorial Award.
Hon fekk tíðindini í dag, tá Paula Gaard, bókmentafrøðingur á Fróðskaparsetri Føroya, ringdi.
– Tað er ein øgiliga stórur heiður. Eg havi hoyrt um virðislønina fyrr, og Paula segði, at hetta er sum Nobelvirðislønin fyri børn. So stórt er tað, sigur Jonna.
Hon og Elin á Rógvi eru vertir í Barnaútvarpinum. Tilnevningin kemur júst, sum tær skulu undir at fyrireika ein fyrilestur í Rit & Rák um at lurta og lesa saman við børnum.
Ein felags uppliving hjá børnum og vaksnum
Fyrilesturin snýr seg um virðið í, at børn og vaksin lurta og lesa saman og fáa eina felags uppliving av søgum.
– Tað er ordiliga løgið, at hetta kemur akkurát nú, sigur Jonna.
Evnið er eisini viðkomandi í hesum døgum, tá nógv verður tosað um PISA og lesiførleikarnar hjá børnum. Fyri Jonnu og Elina hevur tað stóran týdning, at børn og vaksin eru saman um at lesa søgur.
Barnaútvarpið er hjartamálið
Bæði Jonna og Elin eru í fullum starvi í Kringvarpinum, men uppgávurnar fevna um nógv annað enn Barnaútvarpið.
Jonna er samskipari á barnaøkinum og hevur millum annað arbeitt við sendingini Hoydalar. Elin hevur gjørt eina nýggja teknirøð og hevur júst verið heima og skrivað ein jólakalendara.
– Vit eru so upptiknar av øgiliga nógvum øðrum í okkara starvi í Kringvarpinum. Men Barnaútvarpið er okkara hjartamál. Vit vilja ordiliga fegnar halda fast við tað, sigur Jonna.
Hon vísir á, at tær eisini hava verið noyddar at stríðast fyri plássinum hjá sendingini á morgunskránni.
– Tað hevur ofta verið talan um, at onkur vil hava tíðina á morgni, tá Barnaútvarpið er. Tað er eitt so øgiliga gott tíðspunkt. Og vit mugu sjálvandi stríðast fyri okkara, sigur hon.
Nú gevur altjóða tilnevningin teimum nýggja orku til at halda fram við arbeiðinum fyri yngstu lurtararnar.
Barnaútvarpið er millum 277 kandidatar úr 80 londum og økjum, sum eru tilnevndir til Astrid Lindgren Memorial Award 2027. Vinnarin verður kunngjørdur 6. apríl næsta ár. Við virðislønini fylgja fimm milliónir svenskar krónur.
Bakgrund: Astrid Lindgren Memorial Award.