info
Ongi úrslit

Bilførari følir seg snýttan av Eysturoyartunlinum

Tað kostaði 80 krónur meiri at koyra ígjøgnum tunnilin enn hann visti av

Áki Bertholdsen
20. oktober 2021 kl. 11:43

Hevur tú ikki hald, kostar tað 175 krónur at koyra ígjøgnum Eysturoyartunnilin, ímillum Streymoynna og Toftir. Tað er hetta, sum tunnilsfelagið hevur upplýst, og sum stendur undir prísyvirlitinum á heimasíðuni hjá undirsjóvartunlunum.

Tað var ein bilførari úr Suðuroy eisini fyrireikaður upp á, á ið hann, fyri fyrstu ferð, hevði ørindi á Skálafjørðinum, og fór ígjøgnum tunnilin. Tað er ógvuliga sjáldan, at eg brúki tunnilin, at at havi ikki teknað hald, greiðir bilførarin frá.

Men hann ásannar, at hann varð eitt sindur skakkur, tá ið hann nú fekk eina rokning frá Eysturoyatunlinum, har tað stendur, at tunnilsgjaldið er 175 krónur, men at hann, harafturat, skal rinda eitt ómaksgjald upp á 40 krónur. Sostatt kostaði tað ikki 175 krónur hvønn vegin, ella 350 krónur tilsamans, men tað kostaði 215 krónur hvønn vegin, ella 430 krónur tilsamans, ella 80 krónur meiri enn tunnilsfelagið hevur upplýst. Hann sigur eisini, at talan var um sama bil, so hevði hann, av øllum illum, fingið eina rokning við einum ómaksgjaldi, so var tað tað. Men hann fær hann tvær rokningar við hvør sínum ómaksgjaldi upp á 40 krónur. 

Bilførarin dylir ikki fyri, at hann følir seg lumpaðan av tunnilsfelagnum. Hann minnir somuleiðis á, at nú ber heldur ikki til at fara inn á bensinstøðirnar at gjalda, so tað er einki at gera uttan at bíða eftir rokningini.

Allir undirsjóvartunlarnir hava felags innkrevjing og stjóri í felagnum er Uni Danielsen. Hann sigur, at tað stendur á heimasíðuni hjá felagnum, at felagið tekur eitt eykagjald fyri at senda rokningar við posti. Tað stendur á heimasíðuni, at.. »skal postur sendast við vanligum posti verður eykagjald fyri porto v.m. roknað«.

Men tað stendur ikki, hvussu stórt ómaksgjaldið er. Og tað skal eisini viðmerkjast, at upplýsingarnar um ómaksgjald eru væl krógvaðar, tí tað skal leitast bæði væl og leingi, áðrenn tú kemur fram á hesar upplýsingarnar um ómaksgjaldið. Tað stendur ikki viðmerkt undir prísyvirlitinum, har allir prísir annars standa. Men tað stendur undir eini undirsíðu, sum eitur »tekna hald« og so undir enn eini undirsíðu, sum eitur »viðskiftatreytir« og har stendur tað mitt í einum longum lista, at ómaksgjøld verða tikin fyri at senda rokningar.

Uni Danielsen sigur eisini, at tað ber til at gjalda á heimasíðuni hjá tunnilsfelagnum, og tað stendur eisini viðmerkt á einum skelti uttan fyri tunnilin. Og hann heldur, at bilførarar eiga ikki at koyra skjótari enn so, enn at teir fáa lisið tey upplýsandi skeltini, sum standa við tunnilsmunnarnar

Men stjórin í tunnilsfelagnum ásannar, at heimasíðan kundi verið greiðari, og at tað kundi verið betri upplýst um, hvussu bilførarar skulu gjalda, og hvat ómaksgjaldið er og tað er ein atfinning, tey taka til sín.

Mest lisið hesa vikuna

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

24. oktober kl. 21:15

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

24. oktober kl. 15:02

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

21. oktober kl. 16:21

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

22. oktober kl. 12:18

Fimm mans hand­tikn­ir fyri varð­veitslu og deil­ing av myndum

20. oktober kl. 12:55

Tað verður illveður um vikuskiftið

22. oktober kl. 09:16

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

FAKTA: Hesi vunnu á Ballon d’Or-kvøldinum

19 minuttir síðan
Fótbóltur

Harry Kane vann Ballon d’Or fyri fyrstu ferð

24 minuttir síðan
Tíðindi

Netanyahu undir trýsti undan valinum

36 minuttir síðan
Tíðindi

Kropslutir av manni funnir í Rínánni

1 tími síðan
Tíðindi

Átta leiðar­ar í Norð­ur­lond­um: Bjóða tøkni­risunum av

1 tími síðan
Tíðindi

FAKTA: Soleiðis er valdið býtt í Kongressini

1 tími síðan
Tíðindi

Trump lovar millión fyri upplýsingar um valsvik

2 tímar síðan
Tíðindi

Sanna Dahl tekur við eftir Jógvan Arge

3 tímar síðan
Tíðindi

TEENS á Naxos

3 tímar síðan
Tíðindi

Oxford Street verður gongugøta

3 tímar síðan
Tíðindi

Hoyvíkar Kirkja 19 ár

3 tímar síðan
Tíðindi

Kanna viðgerð­ir á Rík­is­sjúkra­húsi­num

4 tímar síðan