Bjóða til kamping í heystfrítíðini

Í heystfrítíðini verður seinasti møguleiki í heyst at gista í kampingvogni á kampingplássinum í Vági.

 

 

 

Í dag boðar Vágs kommuna frá, at kampingplássið í Vági verður opið til hin 18. oktober, og síðan verður latið aftur fyri veturin. 

 

Men, samstundis sum boðað verður frá hesum, verður víst á møguleikan at vitja í Vági við kampingvogni í heystfrítíðini.

 

- Í døgunum 9.-11. oktober og 13.-16. oktober verður stórt leikaland í Marghøllini í Vági - og í døgunum 8.-16. oktober verður tað tey rópa ljósfest í Vági.

 

Sagt verður, at ljósfestin verður í samband við, at 100 ár nú eru liðin, síðan Elverkið í Botni varð tikið í nýtslu.

 

Í Vágs kommunu leggja tey aftrat, at tað sostatt verður møguligt hjá fólki, sum eiga kampingvogn, at halda heystfrí á kampingplássinum í Vági.