info
Ongi úrslit

Dan og B36 settu KÍ upp á pláss

Løgmanssteypið: Tveir av KÍ profilunum sótu størsta partin av tíðini á beinkinum, tá ið meistararnir vórðu varpaðir úr steypakappingini

Jóannes Hansen
22. apríl 2023 kl. 20:02

Higartil hevur karrieran hjá Dan Brimsvík, sum hevur verið B36 venjari síðani á heysti í 2020, verið eyðkend av, at tað ikki er eydnast at vinna ímóti teimum stóru, sum tað plagar at verða tikið til. Nú er hetta av álvara við at verða broytt. Í fyrsta umfari av landskappingini vann B36 3-0 í Gøtu, og í kvøld hevur B36 við 2-0 heimasigri varpað KÍ úr steypakappingini.

Í gjárkvøldið vann HB eftir longda leiktíð 2-1 ímóti Víkingi, og tað vil siga, at bæði Víkingur og KÍ, sum spældu steypafinalu í fjør, longu eru varpað úr 2023 steypakappingini.

Hannes Agnarsson varð skiftur inn beinanvegin eftir steðgin, og hann átti avgerandi leiklut í B36 sigrinum.

Hann legði úr høgru upp til 1-0 málið, tá ið hann smáar tíggju minuttir eftir steðgin sendi av baklinjuni og aftur til Andrass Johansen, sum stýrdi bóltin í handara síðunetið, og hann skoraði seks minuttir seinni og við hælinum 2-0 málið, tá ið Bjarki C. Nielsen í vinstru sneiddi framvið Heina Vatnsdal.

KÍ venjarin Megne Hoseth valdi at halda lyklaspælarunum Odmar Færø og toppskjúttanum Páll A. Klettskarð á beinkinum. Sivert Gussiås var ósjónligur miðframherji, inntil Óli Ey. Poulsen 10 minuttir undan leikloki loysti hann av. Tá ið ein tími var farin, og B36 akkurát hevði økt um munin til 2-0, vórðu Odmar Færø og Páll A. Klettskarð skiftir inn. B36 var síðsta hálva tíman nógv í verjustøðu, og KÍ var ofta í góðum støðum í B36 brotsteiginum. Mattias H. Lamhauge var sera stinnur millum B36 stólparnar, og liðfelagarnir ofraðu seg ferð eftir ferð, tá ið teir blokeraðu til horna og innkast.

Og so hevði B36 risastóran møguleika at økja um leiðsluna í skjótálopi, men innskifti Michal Przybylski valdi sjálvur at royna ímóti málinum heldur enn at spæla til innskifta Aron Knudsen, sum var púra leysur.

 

B36 - KÍ 2-0 (0-0)

1-0: Andrass Johansen

2-0: Hannes Agnarson

Dómari: Eiler Rasmussen

 

 

Mest lisið hesa vikuna

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

24. oktober kl. 21:15

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

24. oktober kl. 15:02

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

21. oktober kl. 16:21

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

22. oktober kl. 12:18

Tað verður illveður um vikuskiftið

22. oktober kl. 09:16

Soleiðis sær út eftir eldin á Gomlurætt

22. oktober kl. 09:28

Fleiri tíðindi

Lesarabrøv

Avlop í fíggarlógaruppskotinum fyri 2027

2 minuttir síðan
Tíðindi

Hesi minningarhald verða í Sunda kommunu

17 minuttir síðan
Myndasøvn

Myndir: Markleys útbúgving við Tjarnir

2 tímar síðan
Tíðindi

Høgir elprísir og stórt útlát raka kappingarførið

2 tímar síðan
Tíðindi

Mann kann tosa saman, og samstundis standa við sítt

3 tímar síðan
Tíðindi

Í minsta lagi 46 deyð í tok­van­lukku í Spania

3 tímar síðan
Tíðindi

Havnin ætlar at skifta graslíkið á Ovara Vølli aftur

3 tímar síðan
Tíðindi

Pensjónistur, sum ar­beið­ir, hev­ur meira eftir enn van­ligi løn­takarin

4 tímar síðan
Tíðindi

Arabisku flokkarnir kunnu fella Netanyahu

4 tímar síðan
Tíðindi

Putin-ráðgevi: Mette Frede­rik­sen hev­ur uppi­bor­ið at missa Grønland

5 tímar síðan
Tíðindi

Skulu klippa 629 nummarplátur

5 tímar síðan
Hondbóltur

EM-mótstøðuliðini hjá Føroyum spældu venjingardystir í farnu viku

6 tímar síðan