David Crosby er deyður

Tónleikarin er deyðyr, 81 ára gamal.

Amerikanski tónleikarin David Crosby er deyður, tað upplýsir kona hansara, Jan Dance, fyri Variety.

 

Crosby gjørdist 81 ár.

 

Konan sigur eisini, at hon og sonurin Django, vóru við hansara lið, tá David Crosby doyði eftir sjúkralegu.

 

Crosby hevði langa yrkisleið innan tónleikin, og byrjaði í The Byrds í 1964.

 

Í 1968 stovnaði hann Crosby, Stills, & Nash. Seinni kom eisini Neil Young við, og fingu teir tá navnið Crosby, Stills, Nash & Young.

 

Crosby kom í Rock ans Roll hall of Fame tvær ferðir, bæði við The Byrds og við Crosby, Stills & Nash.