info
Ongi úrslit

Er tað so kortini ikki neyðugt at hækka pensjónsaldurin?

Í eina tíð hava bæði Landsbankin og Búskaparráðið roynt at sannført okkum øll um, at pensjónsaldurin í Føroyum má hækka.

Helgi Abrahamsen
26. august 2024 kl. 15:08

Tað snýr seg um haldføri. Ein vaksandi partur av føroyingum verður eldri enn 67 ár, meðan ein lutfalsliga minni partur verður á arbeiðsmarknaðinum, og tí má nakað gerast, fyri at fáa pensjónir og almennar inntøkur at hanga saman. Hetta er til at skilja.
Men leygarkvøldið trein landsbankastjórin fram í Útvarpinum, har hon boðaði frá, at vit hava ráð til at sleppa okkum av við ríkisveitingina, sum sambært innslagnum er tilsamans ein milliard krónur um árið. Hetta kann lata seg gera við umraðfestingum, segði hon. – Nakrar kommunusamanleggingar og nakrar rationaliseringar, so er tann milliardin komin uppá pláss. 
Men so havi eg hug at spyrja: Um vit hava ráð til at minka inntøkurnar við einari heilari milliard um árið, hava vit so ikki eisini ráð til at rinda okkara eldru borgarum pensjón?
Um vit til dømis hækka pensjónsaldurin so nógv, at vit fáa 5.000 færri pensjónistar, so hevði ein milliard krónur rokkið til at goldið hesum 5.000 heilar 200.000 krónur í part um árið (slakar 16.700 krónur um mánaðin eftir skatt – tað er umleið dupult so nógv, sum ein stakur fólkapensjónistur fær í dag). 
Hví hava vit ráð til at lækka inntøkurnar við einari milliard, um vit ikki hava ráð til at rinda 5.000 fólkum pensjón?
Eg veit sjálvandi, at roknistykkið er ikki heilt so einfalt, tí tað snýr seg ikki bara um pensjónir, men eisini um eldrarøkt o.a., men eg gangi út frá, at tey sum eru eldri enn 67 ár, og framvegis orka at arbeiða, eru ikki tey somu, sum hava brúk fyri eldrarøkt. 
Tað kann heilt einfalt ikki passa, at vit kunnu lækka inntøkurnar við eini heilari milliard við bara nøkrum umraðfestingum, samtíðis sum vit ikki hava ráð at lata eldri føroyingar fáa pensjón. Hetta hongur snøgt sagt ikki saman. Tí er mín spurningur: Um vit bara lata ríkisveitingina fáa frið, er tað so ikki neyðugt at hækka pensjónsaldurin?

Helgi Abrahamsen
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin


 

Mest lisið hesa vikuna

Nuuk: Bæði funnin deyð

Í gjár kl. 23:01

Eg góðtaki ikki at verða lagdur undir korrupsjón

22. september kl. 23:15

Bogi Jac­ob­sen fór frá eft­ir ár við nær­um tví­fald­að­um avlopi

25. september kl. 21:45

Sjómaður í 40 ár: - Krav skal verða um ferðaleiðara

23. september kl. 00:29

Mugu aftur og aftur biðja Blábar dempa tónleikin

26. september kl. 10:36

Grønlands Politi leitar eftir tveimum ungum fólkum í Nuuk

25. september kl. 12:08

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

VIDEO: Landsliðsmálverjin hevur góðar vónir

4 tímar síðan
Tíðindi

Rækjuveiðan á Grand Bank letur uppaftur

5 tímar síðan
Tíðindi

Trump: Teir fimm áttu ikki at verið leyslatnir

5 tímar síðan
Tíðindi

Italia vann stórsigur í Turkalandi

6 tímar síðan
Fótbóltur

Úrslitini og málskjúttarnir í dagsins Nations League dystum

6 tímar síðan
Tíðindi

Wegovy-tablettir á danska marknaðin uttan um Novo

6 tímar síðan
Tíðindi

Føroyska toskakvotan á Flemish Kap minkar 650 tons

6 tímar síðan
Fótbóltur

Svøríki hevur fingið fulla úrtøku í Nations League

7 tímar síðan
Tíðindi

Nokta seg sek­ar í álvar­sama máli­num um rán og eld­áseting

7 tímar síðan
Hondbóltur

Óli skoraði og legði upp til 11 mál í oddadystinum

9 tímar síðan
Tíðindi

Samhaldsfasti hækkar gjaldið upp í 6.830 krónur

9 tímar síðan
Tíðindi

Bretska sendikvinnan vitjað Løgtingið

10 tímar síðan