Felagið Føroyamál skipar fyri tiltaki í Skúlanum við Streymin

Børnini og mál okkara : Felagið Føroyamál skipar fyri tiltaki í Skúlanum við Streymin leygardagin 14. januar kl. 14.

 

Hvussu menna vit málið hjá smábørnunum?

 

Í eina tíð hava vit hoyrt um, at smá sum stór børn eru farin at tosa alt meira saman á enskum máli. Tað er vorðið spennandi at spæla og samskifta á enskum.

 

Hetta er vandakós, halda vit í felagnum Føroyamál, sum hevur til endamáls at skapa kjak og skipa fyri samstarvi millum tey, ið undirvísa, fáast við og miðla føroyskt mál frá barnagarði til Fróðskaparsetur.

 

 

 

Skrá:

 

 

 

Landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen, setir tiltakið.

 

Landsstýriskvinnan í mentamálum, Sirið Stenberg, hevur orðið.

 

Sissal Maria Rasmussen sigur frá síni gransking um máltøku og orðfeingi hjá smábørnum.

 

Krista Hvannastein, námsfrøðingur, sigur frá, hvussu hon lesur fyri og saman við børnum á stovni.

 

 

 

Høvi verður at spyrja og at kjakast.