info
Ongi úrslit

Fleiri útlendskir granskarar velja at virka í Norðurlondum

Dagfinn Olsen
20. mai 2023 kl. 14:04

Umboð fyri Granskingarráðið og Fróðskaparsetrið luttóku í farnu viku í eini stórari altjóða ráðstevnu um, hvussu Norðurlond kunnu gerast meira lokkandi fyri granskarar úr øðrum londum.

Ísland hevur sera góðar royndir við at draga altjóða granskarar til landið. Rektarin á Háskóla Íslands, Jón Atli Benediktsson, greiddi á ráðstevnuni frá, hvørjar royndir tey hava við at fáa granskarar úr øllum heiminum at koma til Íslands at arbeiða, og serliga við at fáa teir at trívast og støðast, skrivar gransking.fo.

Altjóða granskarar gerast ein alsamt meira týðandi partur av starvsfólkahópinum á granskingarstovnum í øllum Norðanlondum. Eisini í Føroyum er talið á granskarum úr øðrum londum nógv vaksið seinastu árini. Í løtuni eru 10 útlendskir granskarar á Fróðskaparsetrinum.

Luttakararnir á ráðstevnuni í Reykjavík vóru mest starvsfólk á universitetum, sum arbeiða við at taka ímóti útlendskum granskarum og familjum teirra og hjálpa teimum við at finna seg til rættis í nýggja umhvørvinum.

Fyrilestrar vóru á ráðstevnuni um millum annað integratión av útlendskum granskarum og javnrættindi, og eisini vóru verkstovur hildnar um mál, ið viðvíkja altjóða granskarum. Fróðskaparsetrið skipaði saman við Keypmannahavnar Universiteti fyri verkstovu um málsligar avbjóðingar og møguleikar.

Ráðstevna um altjóða granskarar í norðurlondum verður hildin annaðhvørt ár. Næsta ráðstevnan verður í Århus í 2025, skrivar gransking.fo.

Mest lisið hesa vikuna

So nógv vita danskir politikarar um Føroyar

30. oktober kl. 15:45

Aðalstjóri við meira enn ein­ari milli­ón krón­um ársløn

1. november kl. 07:45

Bert 20 ára gomul var hon annar av flogskiparunum

2. november kl. 23:18

Gøtumaður stjóri í stórari danskari hotelketu

Í gjár kl. 14:11

Politiið ávarar: Ræðuliga hált á vegunum í Havn

2. november kl. 17:48

Leivur og Poul Andrias hava keypt Kaffihúsið

1. november kl. 07:45

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Arbeiðið við Smyrli mett at kosta útvið 200 milliónir

4 minuttir síðan
Tíðindi

Prutl mált til 82 kilometrar um tíman í Havn

50 minuttir síðan
Fótbóltur

Tríggir úr NSÍ eru tilnevndir til besta leikaran í september og oktober

2 tímar síðan
Fótbóltur

Danmark leikti javnt móti Spania

8 tímar síðan
Tíðindi

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

8 tímar síðan
Tíðindi

Johnson gevst sum leið­ari hjá Re­publi­kan­ar­u­num

8 tímar síðan
Tíðindi

Bønir & illbønir í Filmsfelagnum

8 tímar síðan
Fótbóltur

FC Nordsjælland reyk úr steypakappingini

8 tímar síðan
Lesarabrøv

Hvat í allari verðini er tað, sum fer fram í føroyskum politikki?

9 tímar síðan
Fótbóltur

Champions League: Como vann metstóran sigur

9 tímar síðan
Tíðindi

Signa skrivaði søgu við gullmedalju

10 tímar síðan
Tíðindi

Næsahjólið á Widerøe-flogfari órógvaði

10 tímar síðan