Føroyskur yrkjari til Belgia á stevnu

Hon fer at lesa yrkingar á stevnu fyri yrkjarar úr øllum Evropa

Mánadagin fer Dania O. Tausen at lesa yrkingar á yrkingafestivalinum, Transpoesie, har yrkjarar úr øllum Evropa eru við. Á tiltakinum mánadagin verða eisini yrkjarar úr Frieslandi í Hollandi, og annars úr Hollandi, Póllandi, Rumenia og Spania.

 

Transpoesie er ein yrkingafestivalur, sum er á hvørjum ári og har endamálið er  at varpa ljós á málsligt fjølbroytni í Evropa. Í ár er evnið ungdómur og tað evnið verður viðgjørt á trimum tiltøkum í døgunum 26. til 28. september, har yrkjarar lesa upp á sínum móðurmáli. Eisini eru yrkingarnar at síggja í parkini, Parc du Cinquantenaire, í Brússel á upprunamáli við týðingum á fronskum og hollendskum.

 

Tað er felagsskapurin EUNIC Brússel, sum skipar fyri Transpoesie. EUNIC Brússel er eitt mentanarligt samstarv, har føroyska sendistovan hevur atlimaskap. Endamálið við limaskapinum er at seta føroyska list og mentan á breddan í Brússel.

 

Rithøvundafelagið avger, hvør yrkjari skal umboða Føroyar á Transpoesie. Undanfarnu árini hava Beinir Bergsson, Kim Simonsen, Lív Maria Róadóttir Jæger, Vónbjørt Vang, Carl Jóhan Jensen, Sissal Kampmann, Tóroddur Poulsen og Oddfríður Marni Rasmussen umboðað Føroyar.

 

Mikukvøldið fer føroyska sendistovan at vísa føroyska dokumentarfilminum, Skál, í donsku kirkjuni í Brússel. Eftir sýningina fer Dania O. Tausen at lesa yrkingar og tað fer eisini at bera til at seta henni spurningar.

 

Føroyska Maria Tórgarð og danska Cecilie Debell hava gjørt filmin. Skál varð sýndur fyrstu ferð á film festivalinum CPH:DOX í apríl 2021, har filmurin vann áskoðaravirðislønina.