Seta forboð fyri at hjálpa russiskum kongafiskaskipum

Tað eru serliga russiskir fiskimenn, sum spakuliga eru í ferð við at niðurfiska kongafiskastovnin í Irmingarhavinum.

Grønlenska heimasíðan - www.sermitsiaq.ag - veit at siga, at ein nýggj kunngerð er á veg, sum ger tað truplari hjá russiskum fiskimonnum at fiska kongafisk í altjóða sjógvi í Irmingarhavinum.

 

Irmingarhavið liggur suður úr grønlendsku eysturstrondini og yvir móti Íslandi. 

 

- Grønlendska heimastýrið hevur sent eina kunngerð til hoyringar, sum setir forboð fyri havnartænastum umframt umskipingum til havs og veitingum annars til skip, sum hava kongafisk í lastini.

 

Upplýst verður sambært grønlendska miðlinum, at tað serliga eru russiskir fiskimenn, sum spakuliga eru í ferð við at niðurfiska stovnin - í hesum førinum kongafiskastovnin í Irmingarhavinum.

 

Altjóða havgranskingarstovnurin ICES hevur í fleiri ár mælt frá allar veiði av pelagiskum kongafiski - á latínskum sebastes mentella - í Irmingarhavinum.

 

- Grønland er umboðað í NEAFC saman við Føroyum í sendinevndini DFG (Denmark in respect of the Faroe Islands and Greenland).

 

Í viðmerkingum til umrøddu kunngerð stendur eisini, at DFG hevur verið við til at atkvøtt fyri veiðibanninum eftir kongafiski í Irmingarhavinum.

 

- Tí hevur Grønland skyldu til at seta í verk uppskotið í grønlendskari lóggávu, verður lagt aftrat í viðmerkingunum í uppskotinum til kunngerð.

 

Sermitsiaq veit eisini at siga, at hoyringsfreistin til nevndu kunngerð gongur út hin 2. mai í ár.

 

##med2##

 

 

Irmingarhavið liggur suður úr grønlendsku eysturstrondini og yvir móti Íslandi.