Aftur í dag vóru átta dystir leiktir í Nations League.
Í bólki 4 í deild A knógvaði Danmark ein 1-0 sigur á Wales í Cardiff. Noreg tapti 1-2 á útivølli fyri Portugal.
Týskland mátti taka til takkar við málleysum javnleiki á útivølli móti Wales í bólki 2 í deild A. Í sama bólki vunnu Niðurlond á heimavølli 2-1 á Serbia.
HER eru úrslitini og málskjúttarnir frá dagsins dystum, umframt støðurnar:
Nations League deild A, bólkur 2:
Grikkaland-Týskland 0-0
Niðurlond-Serbia 2-1 (1-1)
1-0 Teun Koopmeiners (31.)
1-1 Mihajlo Cvetković (35.)
2-1 Joshua Zirkzee (72.)
Niðurlond og Grikkaland hava átta stig hvør. Týskland hevur fimm stig, meðan Serbia hevur fyrsta stigið til góðar.
Nations League deild A, bólkur 4:
Wales-Danmark 0-1 (0-0)
0-1 Rasmus Højlund, br. (75.)
Portugal-Noreg 2-1 (1-1)
0-1 Kristoffer Ajer (36.)
1-1 João Cancelo (38.)
2-1 Gonçalo Ramos (79.)
Portugal hevur fullan pott, 12 stig fyri fýra dystir. Danmark hevur seks stig, meðan Wales og Noreg hava trý stig hvør. Wales er betri innanhýsis.
--
Nations League deild B, bólkur 3:
Kosovo-Eysturríki 1-1 (0-0)
1-0 Fisnik Asllani (70.)
1-1 Christoph Lang (85.)
Írland-Ísrael 1-1 (1-0)
1-0 Troy Parrott, br. (39.)
1-1 Dor Peretz (47.)
Eysturríki hevur átta stig, meðan Kosovo og Írland hava fimm stig hvør. Ísrael hevur tvey stig.
--
Nations League deild D, bólkur 1:
Malta-Andorra 1-0 (0-0)
1-0 Teddy Teuma (49.)
Malta hevur sjey stig fyri tríggjar dystir. Gibraltar hevur tvey stig fyri tveir dystir. Andorra hevur eitt stig fyri tríggjar dystir.
Nations League deild D, bólkur 2:
Aserbadjan-Litava 1-0 (1-0)
1-0 Abdulakh Khaybulayev (25.)
Aserbadjan hevur fimm stig fyri tríggjar dystir, og Litava hevur fýra stig fyri tríggjar dystir. Liktinstein hevur eitt stig fyri tveir dystir.