Liðið hjá Fridrikku Clementsen, ÍBV spældi í dag dyst á útivølli í bestu íslendsku fótbóltsdeildini móti næstfremsta liðnum, FH á útivølli á Kaplakrika leikvøllinum á Hafnarfirði.
FH vann stórsigur 5-0. Longu aftaná sjey minuttir var heimaliðið á odda 2-0.
Fridrikka kom á vøllin 10 minuttir undan steðginum.
Í seinna hálvleiki økti heimaliðið tríggjar ferðir.
Hóast tapið liggur ÍBV enn til at vinna bronsuna. Nú tvey leikumfør eru eftir liggur ÍBV á triðja plássinum við 30 stigum. Stjarnan hevur 27 stig á fjórða plássinum.
Um 14 dagar spælir ÍBV dyst á útivølli móti Grindavík/Njarðvík.
Í seinasta leikumfarinum 23. oktober kemur Stjarnan á vitjan á Hásteinnsvøllinum í Heimey í einum dysti, ið væl kann blíva ein bronsufinala.