info
Ongi úrslit

Eitt vinstravent og tvey tjóð­skap­ar­lig val­evni á odda í Bosnia-Herse­govina

Fyribils úrslit vísa, hvør stendur til at fáa sæti í tríbýtta forsetaráðnum eftir valið í dag

© Ritzau Scanpix
Veljarar í Bosnia-Hersegovina í dag
Eirikur Lindenskov
4. oktober 2026 kl. 21:07

Eitt vinstravent og tvey tjóðskaparlig valevni eru á odda í valinum til tríbýtta forsetaráðið í Bosnia-Hersegovina, eftir at valstøðini lótu aftur í dag.

Tað vísa fyribils úrslit sambært tíðindastovuni Reuters.

Tey trý valevnini eru Denis Becirovic úr vinstravenda sosialdemokratiska flokkinum SDP-BiH, Zeljka Cvijanovic úr serbiska tjóðskaparliga flokkinum SNSD og Darijana Filipovic úr kroatiska tjóðskaparliga flokkinum HDZ-BiH.

Á valinum skulu veljararnir velja eitt stórt tal av politikarum á fleiri ymiskum stjórnarstigum.

Hetta er partur av eini fløktari politiskari skipan, sum hevur hildið saman upp á sundurbýtta landið, síðan friðaravtalan í 1995 gjørdi enda á einum kríggi, sum hevði vart í meira enn trý ár.

Týdningarmesta valið í dag er til forsetaráðið. Tað hevur tríggjar limir, sum umboða teir tríggjar størstu fólkabólkarnar í landinum: bosniskar serbar, kroatar og bosniakkar.

Eftir friðaravtaluni er Bosnia-Hersegovina býtt í tvær fyrisitingarligar eindir. Tær eru Republika Srpska, sum er serbiski parturin, og samveldið hjá bosniakkum og kroatum, sum er bosniakkisk-kroatiski parturin.

Valstøðini lótu aftur umleið klokkan 19 lokala tíð. Sambært tíðindastovuni AFP varð atkvøðugreiðslan tó longd á summum valstøðum vegna tøkniligar trupulleikar.

Valstríðið hevur verið merkt av sera ymiskum hugsjónum um framtíðina hjá sundurbýtta landinum.

Summi vilja hava eitt savnað land, meðan onnur ynskja størri serbiskt sjálvræði. Kroatar vilja hava størri politiska umboðan.

Sambært AFP eru fleiri veljarar troyttir av, at stóru flokkarnir framvegis leggja dent á orðaskiftið og ósemjurnar frá krígsárunum.

Fleiri høvdu heldur vónað, at valevnini fóru at leggja dent á búskaparligu avbjóðingarnar í einum av fátækastu londunum í Evropa.

/Ritzau/

Mest lisið hesa vikuna

Nuuk: Bæði funnin deyð

27. september kl. 23:01

Bilførarin: Ræðulig sjón at síggja bilin fara á rull

2. oktober kl. 09:36

Lýsandi bilur á Sandsvatni í kvøld

30. september kl. 23:37

Eg taki ábyrgd – men hvar hevur borgarstjórin verið?

29. september kl. 14:18

Løgmaður hevur sett Bárð á Steig Nielsen upp á pláss

Í gjár kl. 19:18

Nýggi terminalurin hjá Smyril Line

29. september kl. 14:10

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

Rannvá Olsen og liðfelagarnir koppaðu oddaliðnum

24 minuttir síðan
Tíðindi

Maður breyt knæið eftir bardaga

49 minuttir síðan
Hondbóltur

Viborg vann seg trygt víðari í European League undankappingini

1 tími síðan
Tíðindi

Bakkafrost rakt av KT-álopi

1 tími síðan
Tíðindi

Nýskipanar­nevnd skal bjarga hald­føri­num

1 tími síðan
Tíðindi

Myndir: Byggja torn úr menniskjum

2 tímar síðan
Hondbóltur

Bergsøy vann fyrsta dystin í bestu norsku hondbóltsdeildini

2 tímar síðan
Tíðindi

Tannlæknastova í hálva øld

2 tímar síðan
Tíðindi

Christa Pike liggur framvegis í respiratori

2 tímar síðan
Tíðindi

Ísrael fer at spæla við svørt­um syrgi­bond­um móti Írlandi

2 tímar síðan
Hondbóltur

Burn: H71, VÍF og Team Klaksvík vunnu

3 tímar síðan
Tíðindi

Smyril framskundar og avlýsir

3 tímar síðan