Tvey føroyingalið vóru í leiki í næstbestu donsku kvinnudeildini í hondbólti í dag.
Rannvá Olsen (myndin) og liðfelagarnir í Ejstrup/Hærvejen høvdu einki stig undan dagsins dysti í Nørre Snede høllini móti Roskilde, ið hevði fult stigatal undan dagsins dysti.
Rannvá og liðfelagarnir gjørdu ikki mætari enn at vinna ein knúsandi 31-20 sigur á Roskilde, ið hevði eina stóra favorittstøðu undan dagsins dysti. Í fyrra hálvleiki vóru tær hjá Ejstrup/Hærvejen flúgvandi, og vóru tær á odda 15-7 í steðginum.
Rannvá skoraði tvey mál.
Ejstrup/Hærvejen er triðaftast í deildini við tveimum stigum.
Silja G. Eystberg, Vár B. Zachariasen og liðfelagarnir í Ajax vunnu á útivølli ein tepran 26-25 sigur á Fredericia. Í steðginum var Ajax á odda 14-12.
Silja var við fimm málum næstbesti málskjúttin hjá Ajax.
Ajax er saman við Roskilde og SIK Viborg fremst í deildini. Liðini hava øll átta stig fyri fimm dystir.